Klaksvíkingar hava verið og eru í festivalhýri í góðveðrinum í hesi vikuni. Fótbóltsprátið hevur ikki fylt so nógv, sum tað plagar at gera í Klaksvík. Tað tykist sum um, at teir hava givið skarvin yvir. Hundrað ára føðingardagsárið hjá KÍ gjørdist ikki tað, sum teir høvdu vónað.
KÍ skal norður á Mølina í morgin, og tað er greitt, at tríggir av lyklaspælarunum ikki fara at spæla við. Talan er um landsliðsmálverjan Jákup Mikkelsen, landsliðsspælaran Atla Danielsen og Ova Nysted, sum hevur verið álit í miðverjuni. Jákup er skaddur, og hinir báðir eru leikbannaðir.
Andreas Johannesen, sum spældi fimm minuttir fyrr í summar ímóti FCK, men annars ikki hevur verið á besta liðnum, verður í málinum. Hann hevur staðið seg væl í 2. deild, og tí halda teir í Klaksvík, at tað er ikki annað enn rímuligt, at hann fær møguleikan.
Hvussu teir fara at tippa holini úti á vøllinum er ein annar spurningur. Ein møguleiki er, at onkrar umskipingar fara at verða gjørdar, so tað verður pláss fyri Juliani Samuelsen ella Arnholdi Joensen ella teimum báðum, og ein annar møguleiki er, at veteranarnir Harley Bertholdsen og Jan Joensen koma inn á plássini hjá leikbannaðu monnunum. Jan Joensen er fyri stuttum farin aftur at venja, eftir at hann leingi hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum.
Hjá EB/Streymi verður sagt, at tað stendur væl til. Allir teir, sum vóru við, tá ið teir spældu ímóti HB í Gundadali, eru tøkir. EB/Streymur hevur síðani summarsteðgin tapt ímóti bæði B36 og HB.
Sundalagsmenn vóru eitt sindur knotnir, tá ið tað varð sagt her í blaðnum, at fyrireikingarnar hjá teimum til seinna partin av kappingarárinum ikki høvdu verið nakrar serligar. Tað varð sagt, at teir bara høvdu vant tríggjar ferðir, áðrenn teir fingu vitjan av B36.
- Vit vita, at tað ikki er soleiðis. Vit vóru í Italia í summarfrí saman, og vit fóru beinanvegin undir venjingarnar, tá ið vit komu aftur. Tað er rætt, at vit vandu tríggjar ferðir eftir Ólavsøku, áðrenn vit spældu ímóti B36. Men tað kom ikki fram, at vit høvdu vant fleiri ferðir undan Ólavsøkuni. Eitt sindur keðiligt er tað at lesa hetta hjá teimum, sum eru áhugað í felagnum og stuðla okkum. Tí hetta var ikki rætt, sigur liðformaðurin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen. Hervið er tann heilsanin borin víðari. Hóast EB/Streymur hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar, so mugu teir finna seg í, at teir verða roknaðir sum favorittar ímóti KÍ, ið hevur verið rættuliga tannleyst. Tá ið liðini fyrr í summar hittust í Klaksvík, endaði tað 2-2. Hetta var ein av sjey javnleikum, sum KÍ higartil hevur verið partur av.