Nýggj nevnd vald í EB/Streymi

Tríggir nýggir nevndarlimir vórðu valdir á aðalfundinum, sum var í kvøld

Í kvøld hevði EB/Streymur aðalfund. Á skránni var nevndarval, og har vóru tríggir nýggir nevndarlimir valdir.

Felagið skrivar soleiðis:

Fyri vali stóðu Oddur Ejdesgaard, Tony S. Kruse og Torfinn Djurhuus, og ongin av teimum tóku við afturvali. Harumframt skulu eykalimirnir veljast á hvørjum ári.

Til nevndarlimir vóru vald: Fróði Zachariasen, Paula Eikhólm og Tummas Pauli Hansen. Umframt tey eru Fróði Reinert Petersen, Eyðstein Zachariasen, Rúni Kruse og Kayo Sørensen í nevndini. Til nýggjar eykalimir blivu valdir Ólavur Fríði Høghamar Ejdesgaard og Tony S. Kruse.

Nevndin skipaði seg eftir fundin. Fróði Reinert Petersen heldur fram sum formaður og Eyðstein Zachariasen heldur fram sum næstformaður.