Nýggj ráðgeving í Klaksvík

Eftir samráðingar millum Mentamálaráðið, Klaksvíkar Kommunu og Sernám er samstarvsavtala gjørd um at lata upp eina felags deild fyri Sernám og námsfrøðiligu ráðgevingina hjá Klaksvíkar Kommunu.

Týsdagin var samstarvsavtalan góðkend av landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, sum henda dagin var á vitjan í Klaksvík.

Í tí sambandi hugdi landsstýriskvinnan saman við Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, forkvinnu í Sosialu Nevnd býráðsins, at hølunum, har deildin fer at húsast.

Partarnir hava í eina tíð samráðst um at seta á stovn hesa felags deildina hjá Sernámi og Námsfrøðiligu Ráðgevingini hjá Klaksvíkar Kommunu. Skipanin fevnir um børn við serligum tørvi ella ymiskum trupulleikum, bæði í ansingarskipanini og í skúlanum.

Endamálið við samanleggingini er at samskipa tænasturnar og virksemið hjá Sernámi og Námsfrøðiligu Ráðgevingini, soleiðis at hesir báðir stovnar í felag kunnu veita børnum og ungum við serligum tørvi/trupulleikum eina betri tænastu.

Eisini vil hetta einfaldgera skipanina, við tað at bæði borgarar og stovnar hava eitt og sama stað at venda sær til.

Ætlanin er, at skipanin skal virka í eitt ár og síðani eftirmetast. Við støði í hesum verður eitt tilmæli gjørt um framtíðar bygnað.

Nýggja felags deildin fer at halda til í niðastu hædd í Barnahúsinum Margit við Traðagøtu í Klaksvík. Hon verður mannað við starvsfólkum í Námsfrøðiligu Ráðgevingini hjá kommununi og við starvsfólki, sum í dag starvast á Sernámi.