Nýggjárstiltak við Jesus-suppu

Aftur í ár skipar samkoman Filadelfia í Havn fyri einum nýggjárstiltakiHetta er triðja árið á rað, at samkoman skipar fyri konsert nýggjársaftan.

 

Undanfarin ár hevur tiltakið verið í Badmintonhøllini í Gundadali, men í ár hevur samkoman bílagt Ítróttarhøllina uppi á Nabb. Tiltakið byrjar eins og hini árini kl. 01.00, t.v.s. júst eftir midnátt, og fyrireikararnir siga, at júst hetta tíðspunktið hóskar sera væl, tí tá eru øll liðug at skjóta, og síðani kunnu fólk hóskandi leita sær til eina rimmar konsert.

Undanfarin ár hevur dentur verið lagdur á lovsang, men í ár verður tiltakið víðkað. Umframt lovsangshópin hjá Filadelfia, luttekur eisini bólkurin ?Liquid Gravity?, og harumframt fer evangeliski felagsskapurin 1800, ella one eigthy, sum hann eisini verður róptur, at býta út suppu.

Suppan er vorðin kend í náttarlívinum í Havn um vikuskiftini. One eigthy hevur í einar 4 mánaðir staðið niðri í miðbýnum hvørt vikuskifti um náttina og býtt út suppu til tey mongu ungu, sum eru í býnum um vikuskiftið. Tiltakið hevur verið sera væl móttikið, og á henda hátt er suppan vorðin kend sum ?Jesus-suppan?. Fyrireikararnir fegnast um, at ?one eigthy? hevur játtað at luttaka á konsertini, og teir ynskja at kunna væl um hetta, so at tey mongu, sum kenna suppuna, skulu leita sær niðan á Nabb júst eftir midnát nýggjársaftan.

Fyrireikaranir siga, at øll sjálvsagt eru vælkomin, men samstundis gera teir vart við, at konsertin í síni heild er mest ætlað til tað unga fólkið.

Fyrireikararnir siga eisini, at tiltakið sum so ikki er bert fyri at skapa undirhald, men líka nógv fyri at gera eina positiva ávirkan á støðuna í landinum og ikki minst í Havnini.

Møguleiki verður eisini at keypa sær sodavatn, chips o.a. undir konsertini. Talan er um ókeypis atgongd.