Nýggj stjørna úr Hvannasundi

Við sanginum, "Eingin er sum tú", sang 12 ára gamli Olvheðin Jacobsen úr Hvannasundi seg inn í hjørtuni á áhoyrarunum í KÍ-høllini leygarkvøldið. Olvheðin vann innleiðandi kappingina í Nósabarnaprix í Norðoyggjum

"Eingin er sum tú, eingin annar rørir hjartað sum tú.."
Kensluborið og stillisliga sang Olvheðin seg til ein tryggan sigur.
Hóast sín unga aldur, hevur Olvheðin gott tamarhald á røddini. Framførsla hansara var sannførandi, og lítið er at ivast í, at hesin ungi drongur kann koma langt, ger hann sær ómak.
Í stuttum práti við Sosialin, sigur Olvheðin:
- Eg hoyrdi um kappingina í juni mánaða, og í juli teknaði eg meg til.
Spurdur, hvør hevur vant hann, og um hann vanliga syngur nógv, sigur Olvheðin:
- Mamma hevur hjálpt mær og sagt mær, hvar eg skal anda, men eg havi bara vant heima. Systir mín hevur eisini hjálpt mær, sigur hann.
- Eg syngi í samkomuni, Soli Deo Gloria, har vit ganga. Har syngi eg eisini fyri við hvørt, og onkuntíð havi eg sungið solo, sigur Olvheðin.
Olvheðin sigur, at hann fegin vil sleppa at geva eina fløgu út, men tað er nokso dýrt, heldur hann.
Til framførsluna leygarkvøldið, stóð Olvheðin einsamallur á pallinum, uttan dansarar, sum alt vanligari er.
- Eg helt tað ikki vera neyðugt at hava dansarar. "Eingin er sum tú", er ein stillur sangur. Eisini er ringt at finna dansarar á mínum aldri, segði ungi hvannasundsdrongurin at enda.
Miðvísur drongur
Mamma Olvheðin, Marianna Jacobsen, sigur við Sosialin, at Olvheðin er ein serstakliga miðvísur drongur.
- Setir hann sær nakað fyri, so gjøgnumførir hann tað eisini, sigur hon.
Marianna sigur, at Olvheðin ikki er komin spælandi til sigurin.
- Hann hevur sungið og vant so at siga út í eitt, síðani hann hoyrdi um kappingina. Vit eru nærum ikki sloppin inn í kamarið til hansara, sigur hon.
- Frammanundan kappingini, hevði eg ikki væntað, at Olvheðin fór at vinna. Men tá hann kom á pallin, gjørdist eg púra ovfarin og roknaði tá við, at hann hevði góðan møguleika at gerast bestur, sigur Marianna.
Marianna sigur, at Olvheðin hevði ætlað at sungið ein sang hjá Branduri Enni, men 10 dagar áðrenn kappingina, gjørdi hann av heldur at syngja; "Eingin er sum tú".
Luttakararnir á Nósabarnaprix 2002 í Norðoyggjum vóru 9 í tali; 8 gentur og Olvheðin, sum var einsamallur drongur, ið luttók á hesum sinni.