Nýggj stuðulsskipan til lesandi

Royndarskipan, ið stuðlar føroyingum at lesa hægri lestur uttan fyri tann enskttalandi heimin, sett í verk

Tíðindaskriv frá Mentamálaráðnum

Landstýrismaðurin í mentamálum hevur frá 1. august 2004 sett nýggja ÚSUN-kunngerð í gildi. Størsta broytingin í nýggju kunngerðini er, at nú verður møguligt at fáa stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar á ikki enskttalandi lærustovnum í ikki enskttalandi londum uttanfyri Norðurlond.
Talan er í fyrstu atløgu um eina royndarskipan fram til 31. desember 2006.
Mett verður, at í dag lesa umleið 1.300 føroyingar hægri lestur. Við hægri lestur skilst útbúgvingar, ið verða tiknar eftir miðnámsskúla ella líknandi. Av hesum 1.300 lesa umleið 500 í Føroyum og 700 í Norðurlondum - meginparturin í Danmark.
Harafturat lesa í dag umleið 90 føroyingar hægri lestur uttan fyri Norðurlond. Gott og væl 80 av hesum lesa í enskttalandi londum - 40 í Onglandi, 25 í Skottlandi og restin í USA, Avstralia, Kanada, Wales, Írlandi og Ný Sælandi. Bert 7 føroyingar lesa í dag hægri lestur á tí evropeiska meginlandinum.
Tá ið hugsa verður um tað stóra samskiftið, samhandilin og samstarvið, sum føroyingar hava við tað evropeiska meginlandið, og at tað harafturat sum heild er nógv bíligari at lesa á meginlandinum enn í teimum enskttalandi londunum, er tað harmiligt, at ikki fleiri føroyingar taka hægri útbúgvingar har.
Endamálið við nýggju skipanini er at stimbra ungum føroyingum at fara at lesa m.a. á tí evropeiska meginlandinum. Orsøkin til, at so fáir føroyingar lesa har, er helst, at málsligi førleikin í týskum, fronskum, sponskum og møguliga øðrum evropeiskum málum er ikki nóg góður. Fyri at bøta um hetta, verður nú møguligt at fara á málslig fyrireikingarskeið í upp til 6 mánaðir við stuðli frá Stuðulsstovninum.
Krøvini til málsligu fyrireikingarskeiðini eru, at skeiðini skulu vera málsliga førleikagevandi til hægri lestur. Hetta merkir, at luttøkan á skeiðinum ella tann endaliga próvtøkan á skeiðinum er á einum slíkum stigi, at tann lesandi fær tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Harumframt skulu skeiðini vera fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna.
Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað eftir fylgjandi reglum:

oTil skúlagjaldið verður veitt lán, tó í mesta lagi kr. 20.000. Skúlagjaldið fevnir bert um útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera.
oTil livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánaða, er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum - skúlaárið 2004/2005 er henda upphædd kr. 3.462.

Um tann lesandi, innan 15 mánaðar eftir, at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fer undir hægri lestur á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðinum, verða lánini umløgd til studning. Umleggingin verður framd eftir, at tann lesandi hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini.
Meira fæst at vita um henda nýggja stuðulsmøguleikan á heimasíðuni hjá Stuðulsstovninum www.studul.fo, har umsóknarblað og vegleiðing er at finna.