Nýggj átøk stuðla væl undir granskingina

Nú Sjúkrakassagrunnurin sprænir fleiri milliónir krónur í gransking, og samstarvsavtala er gjørd við Fróðskaparsetrið, hevur Pál Weihe, granskari og yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, góðar vónir fyri framtíðina. Hansara dreymur er, at deildin fer at vaksa, so einir tíggju granskarar fáa fast starv innan fólkaheilsugranksing

Ingolf S. Olsen

Tó at ongin frammanundan hevur nakra trygd fyri at fáa lut í stuðulsmilliónunum úr Sjúkrakassagrunninum, so má gransking við tilknýti til Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í ein ella annan mun vera sjálvskrivað sum móttakari.
Deildin stendur framman­undan fyri einum stórum parti av granskingini innan før­oyska heilsuøkið, og fleiri gransk­ingarverkætlanir eru støðugt í gongd har.
Pál Weihe, granskari og yvir­lækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, dylir heldur ikki, at hann væntar, at granskingargávan frá Sjúkrakassagrunninum, sum Granskingarráðið hev­ur fingið at umsita, fer at men­na deildina og stuðla und­ir granskingina har.
- Granskingarpengar eru neyðugir, tí vit fáa onga vitan fyri onki. Ofta tek­ur tað kanska mánaðir at skriva stuðulsumsóknir, áðr­enn farast kann undir eina verkætlan, men nú er so ein pulja meira at søkja úr, hon er í Føroyum, og størs­ti parturin av henni, 11,8 milliónir krónur, eru mark­að­ar til millum annað heilsu­grans­k­ing, staðfestir Pál Weihe.
- Sum leiðari av deildini eri eg í tí keðiligu støðu, at eg ikki havi kunnað bjóðað teim­um, sum longu hava granskað her í mong ár eitt fast starv. Tað vóni eg skjótt verð­ur møguligt, sigur hann.

Samstarv við Setrið
Væntanirnar um stuðul úr Sjúkrakassagrunninum styrkj­ast eisini av, at ein part­ur av stuðlinum er markað­ur til granskingar- og undirvísingarsamstarv við Fróðskaparsetrið, og sama dag, sum grunnurin han­daði Granskingarráðnum fæið, skrivaði Pál Weihe veg­na Deildina fyri Arbeiðs- og Al-mannaheilsu undir eina slíka samstarvsavtalu við Fróð­­skap­arsetrið.
- Avtalan er góð á pappíri­num, men hvussu hon royn­ist, veldst um viljan hjá pørtunum at fylla konkret inni­hald í hana. Tað skal gan­ga báðar vegir. Setrið hev­ur sera kompetent fólk, til dømis innan evnafrøði og hagfrøði, sum vit kunnu fáa stóra nyttu av, um vit sam-starva. Tað hevði jú verið óført, um vit kundu greina okkara klinisku data saman við Fróðskaparsetrinum, til dømis ta hagfrøðiligu við­gerð­ina. Sum er, eru vit ofta noydd at fáa hjálp frá hag­frøð­ing­um uttanlands. Hin­vegin hevur setrið brúk fyri undirvísarum við gransk­ingar­royndum, og tað kunnu vit og Landssjúkra­húsið le­vera, sigur Pál Weihe hann.
- Við sam­starvs­av­talu­num, sum vit og Lands­sjúkra­húsið hava gjørt við Fróðskaparsetrið, byr­ja vit at líkjast einum uni­versi­tets­hospi­tali, har vit kunnu fáa nyttu av teirra førleikum og eksper­tisu, samstundis sum vit kunnu ríka tey við okkara eksper­tisu og praktisku roynd­um við livandi tilfari, sigur hann.

Vón um vøkstur
Hansara dreymar og visjón­ir um føroyska gransk­ing á heilsuøkinum eru stórar, og tær fáa bara betri flog av nýggja stuðuls­­møgu­leikanum og sam­starvs­av­taluni ­við Fróð­skap­ar­setrið.
- Mín dreymur er, at deildin her kann vaksa, so vit verða einir tíggju gransk­ar­ar í føstum starvi. Tað krevur sjálvsagt, at vit eisini fáa eina fasta játtan til tað. Men tá høvdu vit veru­liga fingið granskingina at blóma. Vit eru annaðleiðis í Føroyum bæði so og so, og vit liva annaðleiðs. Tí er potensjalið fyri gransk­ingar­verkætlanum innan heilsu­økið nærum óendaligt, stað­festir Pál Weihe.
Hann heldur, at góðu føroysku gransk­ing­ar­úrs­litini, sum eru viðurkend víða um í heiminum, áttu at birt undir størri visjónir hjá politikarunum og øllum fólki­num.

Saknar grammleika
- Eg sakni eitt sindur tann gramml­eikan, sum onkuntíð hevur valdað og fingið tjóð­ina at ganga fram í øllum lutu­m. Til dømis tá menn tóku stig til Jólafundin í 1888, ið legði lunnar undir okkara tjóðar­bygging.
- Vit hava so øgiliga góðar møgu­leikar á nógvum økjum, og eitt teirra er gransking. Vit eru ein unikk perla í heimshavinum, her ber til at liva nærum sum aðal mitt í einari fantastiskari náttúru. Ikki er neyðugt við so innviklaðum lógum heldur, tí vit regulera okkum sjálvi. Her eru at kalla ongar forðingar, kanska undantikið høgu prísirnar. Eisini er samskiftisavstandurin at kalla burtur í dag. Vit hava teldur og internet, og tað tekur tveir tímar at flúgva til ein stóran ferðslumiðdepil, haðani ferðast kann í allar ættir.
- Alt hetta umframt eitt sera spennandi grundarlag fyri gransking eigur eisini at kunna draga fleiri útlendskar granskarar henda vegin, sigur Pál Weihe.

Fakta
Endamálsorðingin í samstarvsavtaluni millum Fróðskaparsetur Føroya og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er soljóðandi:
Endamálið við hesi avtalu er at menna heilsuvísundaliga gransking, menning og útbúgving í Føroyum. Avtalan skal skipa samstarvið millum DfAA (Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, red.) og Setrið við greiðum ásetingum viðvíkjandi innihaldi og mannagongdum og verða ein karmur um víðari menning av samstarvinum.