Nýggj vatnleiðing í Miðvági

Við nýggjari vatnleiðing úr Leitisvatni fer Miðvágs Kommuna at tryggja, at vatnið í bygdini altíð er púra reint

Miðvágs Kommuna leggur nýggja vatnleiðing úr Leitisvatni og fer sostatt at tryggja borgarunum reint vatn í framtíðini.
Miðvingurin Mikkjal á Ryggi bað í einum av mongu sálmum sínum Pætur fara út á dýpið við nót síni. Tað gjørdi hann so við góðum úrsliti. Nú royna bygdarmenn Mikkjals at gera tað sama við vatnleiðingina í bygdini. Teir fara út á dýpið á vatninum, og vænta at fáa líka gott úrslit, sum Pætur gamli fekk í síni tíð.
Miðvágs Kommuna hevur gjørt av at leggja nýggja vatnleiðing einar 140 metrar út í Leitisvatn við Gróthústanga. Nýggja inntakið fer at liggja á átta-níggju metra dýpi, sigur Georg Hansen, kommunuskrivari í Miðvági. Hetta fer at gera, at tað altíð verður reint vatn, ið tikið verður inn í reinsiverkið.
Liggur inntakið ov nær landi, ella á ov grunnum vatni, er vandi fyri, at grugg kemur í, tá vindur ella áarføri er, sum kann skola runu og annan lort við sær út frá landi.
Nýggju vatnrørini, sum eru tvey í tali, eru strekt út á vatnið og fortoyað, men skulu leggjast á botn, har tey verða fest við serligum festum. Hetta arbeiðið verður gjørt av froskmonnum, og verður tað væntandi einaferð í næstu viku, sigur Georg Hansen. Hetta skal eisini gerast, tá líkindi eru til tess.
Tá sjálv leiðingin er løgd, er okkurt smávegis eftir at gera inni á sjálvum reinsiverkinum, áðrenn nýggja vatnleiðingin kann takast i brúk. Øll verkætlanin fer at kosta Miðvágs Kommunu einar 300.000,- krónur, sigur kommunuskrivarin.
Miðvágs Kommuna hvur nýtmótans vatnreinsiverk, har vatnið fyrst fer í gjøgnum sandfyltur, áðrenn tað verðu strálað fyri síðan at fara út í vatnleiðingina til brúkaran.
Hendir tað, at onkrir partiklar fara ígjøgnum sandfyltrini, kann tað gerast ein trupulleiki í strálingini. Men nú, inntakið er lagt út á djúpt vatn, skuldi hesin møguleikin verið burtur, heldur Georg Hansen.
Vatnleiðingsbrot var í fjør orsøk til rættiliga stórar trupulleikar við vatninum í Miðvági. Ein partur av hesum komst av, at vetnleiðingin tá lá undir koyrivegi, og tí var heldur trupult at finna brotið. Hesum hava tey nú lagt upp fyri í Miðvági og hava lagt nýggju vatnleiðingina soleiðis, at altíð ber til at koma at henni.
Miðvágs Kommuna arbeiðir eisini við nýggjum útstykkingum í framhaldi av verandi bygging Norður í Heiðum. Eini 15 grundstykki eru á veg har, sigur kommunuskrivarin.
Eisini eru menn í ferð við at gera gøtur í viðalundini á Tungu niðan fyri kirkjuna, sigur hann.