Nýggja býráðið

Birgir Sondum
x við lista E

Eitt tað besta vit (vónandi komi eg inn) í nýggja býráðnum mugu fara í gongd við, er at fáa tey løgtingsvaldu fyri suður-streym, helst alt løgtingið at skilja sjónarmiðini hjá stórkommununi.
Tað má ikki koma uppá tal at stovnar verða fluttir úr kommununi. Hvar nýggir stovnar verða lagdir er ein onnur søk. Øll lond hava brúk fyri einum sterkum høvuðsstaði.
T.d. tarnar landið okkum at útbyggja eldraøkið, við at játtanir frá landinum eru alt ov lágar, og ofta eru oyramerktar til útjaðaran, hóast øll vita at tørvurin er størstur í Havn.
Gongd má koma á byggingina av skúladeplinum í Marknagili.