Mánadagini byrjar nýggja Bussleiðin at koyra í Havn.
Sunnudagin verða bussarnir sýndir fram á Skálatrøð.
Talan er um 14 nýggjar bussar av merkinum SOR, og teir eru gjørdir við fólki við barnavogni og fóli í koyristóli í huga. Nýggju bussarnir eru lættir, styttri enn vanligt, umhvørvisvinaligir og betri egnaðir til býarkoyring.
Bussarnir verða sum frálíður útgjørdir við KT-tøkni. Umframt at teldusamband er í bussinum ber til við fartelefon at síggja, hvar tín bussur er. Ella tú velur at fáa eini SMS-boð, tá bussurin nærkast. Ella bæði. Tøknin í nýggju bussunum er snild og púra ókeypis.
Og busskoyring í Havn er og verður framhaldandi ókeypis. Høvið verður sunnudagin at sleppa ein busstúr í býnum við nýggju bussunum.