Nýggja kirkjan á Argjum í vanda

NÝGGJ KIRKJA Meirilutin í býarskipanarnevndini hjá Innlendismálaráðnum mælir frá at nýggj kirkja á Argjum verður bygd við Sandá

Ein nýggj Kirkja á Argjum, eigur ikki at verða bygt við Sandá.
Tað heldur meirilutin í býarskipanarnevndini hjá innlendismálaráðnum.
Sostatt hevur ætlanin at byggja nýggja kirkju á Argjum niðri við Sandá, fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin.
Samstundis hava tey, sum hava mótmælt ætlanini, fingið nýggjar vónir um, at ætlanin verður av ongum.

Meirilutin mælir frá
Tórshavnar Býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri økið framvið Sandá
so at kirkja kann byggjast har, men Innlendismálaráðið skal góðkenna broytingina, áðrenn hon er endalig.
Innlendismálaráðið hevur ikki tikið støðu enn.
Og spurningurin er, um tummilin fer at venda upp ella niður tá ið avtornar, tí
ein meiriluti í býarskipanarnevndini hevur mælt Innlendismálaráðnum frá at góðkenna broytingina.
Í niðurstøðuni hjá nevndini, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, verður staðfest, at tað eru fleiri orsøkir til at vera sera varin í slíkum málum.
Opna, sermerkta lendið við Sandá er onki undantak, kanska tvørtur ímóti, heldur meirilutin.
- Skal hol setast á, má farast sera varisliga fram, sigur býarskipanarnevndin og í øllum førum fer ein bygningur á stykkinum at síggjast.
Nevndin heldur eisini, at frástøðan frá ánni er ein trupulleiki og hon heldur, at tað verður gingið ánni so nær, at tað fer ikki longur at verða opið framvið ánni.
Tú heldur ein meiriluti, sum eru tríggir av fimm nevndarlimum í býarskipanarnevndini, at Kirkjan stendur ikki væl á ætlaða stykkinum við Sandá.
- Talan er um serstakt lendi, tætt upp at einari av størstu áum í landinum. Hon eigur at fáa frið og áarbakkin liggja opin, sigur meirilutin.
Nevndin staðfestir, at á Argjum hevur rákið verið, at bygt verður niðaneftir og hon heldur, at atkomuviðurskiftini eru eins góð, ella betri, aðrastaðni í bygdini.
- Og har verða nátturukvalitetir ikki á sama hátt órógvaðir.

Lýkur treytirnar
Hinvegin heldur minnilutin í nevndini, at kommunan hevur lokið tær treytir, sum settar vórðu og tí mælir hann Innlendismálaráðnum til at góðkenna broytingina.
Minnulutin staðfestir, at kommunan er plan og byggimyndugleiki og at kommunan heldur, at nýggja kirkjan hóskandi kann setast við Sandá.
Minnlutin vísir eisini á, at yvirfriðingarnevndin friðaði ikki stykkið, hóast talan er um bygging tætt við ánna.

Ósakligt og óviðkomandi

ARGJA KIRKJA Tórshavnar Kommuna heldur, at býarskipanarnevndin blandar ósaklig og óviðkomandi viðurskifti upp í ætlanina at byggja nýggja kirkju á


Áki Bertholdsen

- Byggi- og býarskipanarnevndin blandar ósaklig og óviðkomandi viðurskifti upp á ætlanina at byggja nýggja kirkju á Argjum og tað góðtaka vit ikki.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í høvuðsstaðnum, er alt annað enn fegin um, at meirlutin í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Innlendismálaráðnum hevur mælt frá, at nýggj kirkja á Argjum verður bygd við Sandá.
Av tí sama hevur Tórshavnar Kommuna mótmælt avgerðini hjá meirilutanum í býarskipanarnevndini og hevur mælt Innlendismálaráðnum til at havna henni og heldur taka undir við minnilutanum ístaðin.
- Vit halda, at niðurstøðan hjá meirilutanum er litað av øðrum enn tey fakligu sjónarmið, sum er tað, ein slík nevnd eigur at byggja sínar avgerðir á, sigur kommunan í kæruskrivi til Innlendismálaráðið.

Persónligar áskoðanir
Í Tórshavnar Kommunu halda tey, at niðurstøðan hjá meirilutanum byggir á eina persónliga áskoðan í eini roynd at seta til býarskipanarligu heimildirnar og skyldurnar hjá kommununi til viks.
Tórshavnar Kommuna heldur, at býarskipanarnevndin eigur at halda seg til ítøkiligu umsóknina, uttan at blanda seg upp í, um atkomuviðurskiftini kanska eru betri onkra aðrastaðni.
- Vit halda, at býarskipanarnevndin ger seg inn á kommunala sjálvræðið sum byggimyndugleiki.
Kommunan heldur eisini, at fyri tað um nógv fólk hava mótmælt, er hetta ikki tað sama sum at staðsetingin er vánalig.
- Tað er skilligt, at fólk mótmæla, tá ið ein broyting hendir so nær við, men tað merkir ikki, at staðsetingin er vánalig.
Tórshavnar Kommuna staðfestir eisini, at niðast við er bygt tætt í ánna, men tað ber framvegis til at ganga framvið ánni eftir gøtum.
- Tað er eisini skeivt, tá ið meirilutin í býarskipanarnevndini førir fram, at tað ikki fer at bera til at ganga framvið ánni, har kirkjan verður bygt, tí vit leggja stóran dent á at varðveita gøturnar, sigur kommunan við Innlendismálaráðið.

Óviðkomandi
Somuleiðis staðfestir kommunan, at bæði friðingarnevndin og yvirfriðingarnevndin halda ikki, at kirkjan er eitt so stórt inntriv, at tað eigur at verða noktað.
Annars heldur kommunan, at tað er óviðkomandi fyri málið, at atkomuviðurskiftini kanska eru betri aðrastaðni.
- Tvørtur ímóti hevur kommunan lagt dent á, at tað skal vera lætt at koma til kirkjuna og tað endamálið verður rokkið niðri við Sandá.
- Og tað, at bygt verður ovarliga á Argjum, merkir ikki, at ætlanin er at flyta bygdina niðaneftir, leggur kommunan afturat.

Gamalt ynski

Kirkjuráðið á Argjum hevur leingi havt ætlanir um at byggja nýggja kirkju á Argjum og tey hava víst á, at hon fer at standa best á einum 4000 fermetra stórum stykki ímillum Støðlagøtu og Sandá.
Tey halda, at kirkjan, tey hava á Argjum nøktar ikki so væl tørvin longur.
- Hølini eru ótíðarhóskandi til ymsu endamálini og nýggj tiltøk í kirkjuni lata seg illa gera.
Harafturat er kirkjan slitin og farin við aldrinum og krevur ábøtur.
Men Kirkjuráðið heldur eisini, at kirkjan er ikki so prýðilig, sum ein kirkja nú á døgum eigur at vera og hon hevur heldur ikki ta kirkjuligu tign, ein kirkja eigur at hava nú a døgum.
Samstundis er trongligt rundanum kirkjuna og tá ið tiltak er í kirkjuni, elva teir mongu parkeraðu bilarnir til trupulleikar í ferðsluni í grannalagnum.
Hesum eru nógv argjafólk ósamd í og tí hava tey mótmælt byggingini.
Tey vísa á, at talan er um sera náttúruvakurt øki, sum eigur at varðveitast, sum eitt stað av nærum óspiltari náttúru mitt í býnum.
Tey vísa eisini á, at talan er um eitt øki, beint við eina av landsins størstu áum, og sum sum verður nógv brúkt av gongufólki, og at tað tískil eigur at fáa frið.