Í dag letur upp nýggj matstova á Hotel Føroyum. Gamla matstovan »Glasstovan« er niðurløgd, og í hølunum er gjørd ein heilt nýggj og øðrvísi matstova, sum hevur fingið heitið »Koks«.
- Tað eru 27 ár síðani, at Hotel Føroyar varð bygt, og tí var tíðin komin til at broyta matstovuna, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum.
Á hotellinum eru nú tvær matstovur, ein er niðri undir, ein bíligari matstovu, har gestir, sum ikki ynskja at eta fínt, kunnu fáa sær eina bíligari máltíð. Nýggja matstovan uppiá er tann fína matstovan, ein gourmet-matstova. Og fyri henni stendur gourmet-kokkurin Leif Søresen.
Hølini eru bygd nógv um. Køkurin er broyttur soleiðis, at matgjørt eisini verður úti í sjálvari matstovuni. Hann er býttur upp í tvey, so køkurin til veitslurnar og køkurin til matstovuna eru hvør sær - og starvsfólkini arbeiða hvør í sínum lag, tó at tey hjálpast at, tá á stendur.
Í matstovuni er eisin gjørd ein hems uppi á hanabjálkunum og trappa upp úr matstovuni. Har ber til hjá gestum eitt njóta eitt glas ella ein kaffimunn áðrenn og eftir at etið verður.
Sum nakað heilt nýtt hevur matstovan eina talgilta matskrá. Til endamálið nýta tey i-Pad, har tú kanst síggja alt um rættirnar, líka frá tí at eitt nú jomfruhummarin verður veiddur, til hann verður tilgjørdur og borðreiddur. Fleiri smáir filmar eru framleiddir til endamálið, og hesar kunnu fólkini njóta í i-Padunum, meðan bíðað verður.
Við i-Padunum kunnu gestirnir sjálvandi eisini fara á internetið, og lagt er upp til, at fólk leggja sína hugsan á Facebook um matstovuna. Talan er um nýggju útgávuna av i-Pad2, sum hevur myndatól, og tí ber væl til at taka myndir og leggja á Facebook.
- Vit hava einar 8-10.000 gestir um árið. Siga vit at helmingurin eru útlendingar, og at hvør teirra hevur í miðal 200 vinir á Facebook, og at teir leggja myndir og tekst út, meðan teir sita í matstovuni, so eru tað ein heil millión útlendingar, sum soleiðis síggja okkara marknaðarføring, sigur Johannes Jensen, sum er ikki sørt stoltur av hesum nýggja - og ikki sørt forkunnuga - hátti at marknaðarføra matstovuna - og ikki minst at branda Føroyar sum ferðamannaland.
Navnið »Koks« er valt av fleiri orsøkum. Tað kann hava nakað við brennievnið koks at gera, tað er eisini hvørfalssniðið av orðinum kokkur. Men hyggja vit í orðabókina hjá Sprotanum, so kann tað eisini merkja »coquette« ella »flirt«.
Nýggja matstovan Koks letur upp í dag.