Nýggja Norrøna: Avtalan komin undir land

Í tíðindaskrivi boðar Smyril Line frá, at endalig avtala er nú gjørd millum felagið og týsku skipasmiðjuna Flender Werft, sum er í gjaldsteðgi.
Flender Werft hevði herfyri fíggjarligar trupulleikar í sambandi við bygging av tveimum sjóttgangandi ferðamannaskipum til ein grikskan reiðara, og noyddist tí at fara í gjaldsteðg tann 3. juni 2002.
Skipasmiðjan hevur nú tryggjað sær neyðugu fíggingina til at kunna byggja M/F Norrønu lidna, og umframt at hevur hon styrkt um byggileiðsluna á skipasmiðjuni, og tí heldur arbeiðið ótarnað fram.
? Vit kenna okkum trygg við støðuna, og skipið verður latið okkum, sum ætlað í mars 2003, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line at enda í tíðindaskrivi.