Nýggja Norrøna byggjast í Týskalandi

Vit fáa eitt havgangandi skip, ið kann sigla millum Føroyar og onnur lond alt árið. Tað verður rúmligari, størri og har verður eisini nógv meira komfortur enn í dag. Skipið er so eisini útgjørt at kunna sigla um veturin, sigur Jógvan í Dávastovu, skipari, sum hevur verið við Smyril Line síðan byrjan í 1983

Jan Müller


- Nýggja Norrøna, sum skal byggjast í Týskalandi, er sum skræddaraseymað til Føroyasigling - frá A til Z. Hetta sigur ein av teimum, sum frá byrjan í 1983 hevur staðið á brúnni umborð á Norrønu. Tað er Jógvan í Dávastovu, skipari, sum hesa seinastu tíðina hevur arbeitt á skrivstovuni hjá Smyril Line í Havn.

Jógvan í Dávastovu, sum kennir Norrønu sum sín egna buksulumma, hevur verið við í arbeiðinum at fáa tað besta burtur úr einum nýggjum skipi, og nú tekningar eru gjørdar og ein avtala er gjørdi við týska skipasmiðju, tó treytað av at fígging fæst, er væl nøgdur við endaliga uppskotið.

- Vit fáa eitt havgangandi skip, ið kann sigla millum Føroyar og onnur lond alt árið. Tað verður rúmligari, størri og har verður eisini nógv meira komfortur enn í dag. Skipið er so eisini útgjørt at kunna sigla um veturin. Jógvan í Dávastovu heldur, at Smyril Line við hsum nýggja skipinum verður ført fyri at nøkta tørvin á bæði ferða-og farmaflutningi alt árið langt fram í tíðina.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Óla Hammer, stjóra.