Nýggja reyða gongan

Nýggj sosialistisk umfordeilingsskipan ávegis, sum landsstýrið og stuðulsflokkarnir fara at kjølseta.

Bjarni Djurholm,løgtingsmaður
www.djurholm.fo
---------

Um dagarnar skiltust politisku vøtnini. Avgjaldsflokkarnir standa saman um at skatta høvuðsvinnuna enn meira og samstundis fara frá gjørdum avtalum.
Í ár varð lagdur nýggjur 2,5% tilfeingisskattur á høvuðs- og alivinnuna umframt, at øll inntøkutrygdin bleiv flutt úr landskassanum til manningar og reiðarar at gjalda. Samanlagt einar 50 mio kr í meirinntøku til landskassan fyri 2011, sum vinnan rindar.
Fyri at fáa vinnuna at góðtaka fyribils tilfeingisskattin, varð semja gjørd við partarnar í fjør um, at í ár skuldi endalig tilfeingisskattaskipan gerast, sum skuldi koma ístaðin fyri eykaskattin. Nýggja framtíðarskipanin skuldi fáa virknað frá 2012.
Henda ætlaða umlegging var søgulig, og var hon fyrsta stigið at gera høvuðsvinnuna leysa av øllum almennum stuðli, har vinnan framyvir skuldi virka undir nýggjum stabilum lógarkarmum, har hon kundi arbeiða uttan politiska íblandan. Skipan, sum vit t.d. kenna í alivinnuni.

Lyftisbrot
Men hesum lyfti er man so lopin frá við eittans endamáli. T.e. skjótast at fáa meira pening til hækkandi almenna rakstrarkostnaðin. Hetta tryggja sosialistisku og eisini sokallaði nýggi "liberali" flokkurin á tingi.
At skatta seg til vælferðina verður sum at gera undir seg. Tað fløvar eina løtu, men sum frálíður verður bæði kaldari og man rami rókurin eisini fara at ríva í (politisku) næsunum.
Hetta er júst sami politikkurin, sum var hildin verða gott latín í Danmark sjeytiárunum undir reyðu stjórnini hjá Anker Jørgensen, tá almenna húsarhaldið í stórum vantaði pening til vælferðartænasturnar.
Tá vóru m.a. hyggjuráðini, at øll skuldu rinda skatt fyri arbeiði, sum tey gjørdu sjálvi. Ella sagt øðrvísi, tað borgarar spardu í løn til onnur, skuldu teir sjálvir verða skattaðir av. Ja, sjálvt har húsmóðurin bakaði síni egnu breyð, skuldi í prinsippinum verða skattskyldugt. Hetta var solidaritetur (les sosialisma), varð sagt. Neyðugt var at skatta seg til vælferðina.

Rættartrygdin
Nú reyða gongan ad hoc um eitt vikuskifti gjørdist samd um at skatta fyri at reka tað almenna, ella sagt øðrvísi - at umfordeila við, kundi annars verið hóskandi at spurt um rættartrygdina í hesi atgerð. Tí eru øll javnsett fyri lógini?
Sambært tí, sum komið er undan kavi, so sleppa summi undan at rinda tilfeingisskatt vísandi til søgulig rættindi, onnur skulu gjalda sjálvt um tey óforskylt hava mist veiðurættindi í EU- og norskum sjógvi og uppaftur onnur kunnu sleppa framat, rinda tey politiskt ásett krónugjald pr. kg. Og fyri at gera forvirringin fullkomnan, so verða eisini nøkur túsund tons boðin út alment, har bæði menn og strámenn munnu fara at liggja framvið?
Og at enda kunnu vit vit spyrja, hví eru tað bara 2 lond, sum halda at ætlaða skipanin er brúkilig? Í Estlandi, har allur flotin fór á heysin, tá skipanin fór at virka, og í Russlandi, har meginparturin av flotanum er endaður á kinesiskum hondum aftaná, at teirra tilfeingisskipan fekk virknað.
Íslendingar sóu vandan og ásettu eitt symbolskt tilfeingisgjald, sum ikki darvaði flotan. Teir valdu ætlaðu leiðina hjá ABC-samgonguni sum var.
Skipan, sum gav stabilar karmar og sum ikki gjørdist partur av sosialistiskum umfordeilingspolitikki, sum landsstýrið við teirra stuðlum nú ætla at kjølseta.