Supply Service fekk sítt fyrsta skip til frálandavinnuna í 2009. Skipið er skrásett í FAS og manningin er føroysk. Talan var um skipið "Eldborg", sum síðani levering hevur havt sáttmála við Songa Delta samtakið. Hetta samtak fevnir um oljufelagið Winthershall og Det Norske Oljeselskap.
Skipið er í norskum øki og arbeiðir út frá Stavanger, Bergen og Kristianssund. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri sigur, at samstarvið hevur gingið væl, og kundin er sera væl nøgdur við føroysku manningina.
Reiðaríið hevur ætlanir um at økja um virksemið við enn einum skipi. Seinna skipið er eftir ætlan liðugt í apríl 2012. Bæði skipini eru eins og Eldborg veitingarskip, ella sokallað PSV, sum stendur fyri Platform Supply Vessel. Skipini eru ætlað til tann krevjandi marknaðin á okkara leiðum, og hetta sæst aftur á útgerðini umborð, sum lýkur øll tey seinastu krøvini hjá kundunum, m.a. innan oljurudding, rescue, dynamic positioning, serfarm oa. Tað verða 24 mans knýttir at hvørjum skipi.
Tað eru teir báðir, Tórhallur Staksá og Hans Pauli Henryson, sum verða skiparar á Sæborg.
Jens Meinhard Rasmussen sigur, at við dagsins oljuprísi eru framtíðarvónirnar jaligar. Tað er nokk til av supplyskipum, men ikki so nógv skip, sum eru so væl útgjørd. Oljufeløgini gera stórar íløgur í ár, og hetta kemur væntandi at hava eina jaliga ávirkan á marknaðin, sum hevur havt tað trupult seinastu árini.
Tað eru nógvir oljupallar í ordra, og hesir skulu allir hava veiting frá skipum. Og sjálvsagt er reiðaríið klárt og vónar eisini, at olja verður funnin við Føroyar. Hinvegin eru teir á einum altjóða marknaði, og teir kunnu tí ikki satsa uppá eina oljuvinnu í Færoyum, sum møguliga kemur sigur stjórin.