Fríggjadagin 20. juni 2008, klokkan 16 verður nýggja sølutorgið í Vágsbotni alment tikið í nýtslu. Og longu frá fyrstu løtu verður tað fullsett við góðum føroyskum mati, sum eisini í framtíðini verður at finna á torginum.
Hereftir fer at bera til hjá áhugaðum at selja nýveiddan fisk, grind ella spik, fugl ella egg eftir skipaðum viðurskiftum og undir eftirliti frá umhvørvisdeildini hjá kommununi og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Nýggja Sølutorgið, sum er fyrsta stig í eini størri heildarætlan, minnir ikki sørt um tað, vit kenna frá býum aðrastaðni, har básar eru við taki yvir, so høgligt er hjá øllum at koma á torgið, bæði handlandi og vitjandi.
Strong heilsufrøðilig krøv eru til slík pláss, har matvørur verða handlaðar, og tí hevur kommunan gjørt bæði skiljarar, kloakk, toilettumstøður og annað tilhoyrandi eftir tíðarinnar krøvum. Talan er um ábøtur fyri umleið hálvafjórðu millión krónur.
Í sambandi við, at sølutorgið letur upp fríggjadagin klokkan 16, verður alment hátíðarhald, har Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini, bjóðar vælkomin, Heðin Mortensen, borgarstjóri, flytir fram røðu, Havnar Hornorkestur spælir og harmoniku tónleikur verður at hoyra.
Øll eru hjartaliga vælkomin oman í Vágsbotn í morgin, heilsa tey av býráðnum í Havn.