Tað er nógv lív í kappróðrinum í Klaksvík, og úrslitini siga, at tað er serliga á mannfólkasíðuni, at tað spruttar.
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur tríggjar bátar, sum taka lut í kappingini millum 5-mannaførini. Tekla er við fyri at læra, sum tað plagar at verða sagt.
Fípan Fagra og Sævarmoy hava í alt summar verið við í kappingini um heiðursmerkini.
Í FM kappingini eru tað fyrst og fremst Heykur úr Hósvík og Fípan Fagra, sum kappast, men Sævarmoy hevur framvegis møguleika at verða meistari.
Úrslitið í dag ber við sær, at alt bendir á, at tað á ólavsøku verður FM finala millum Heyk og Fípuna Føgru. Heykur hevur 38 stig, og Fípan Fagra hevur 37 stig. Sævarmoy hevur 31 stig og hevur harvið teoretiskan møguleika at verða meistari.
5. juli varð nýggja Sævarmoy, sum Sámal Hansen hevur smíðað, flotað fyri fyrstu ferð.
Í dag vunnu dreingirnir umborð á nýggju Sævarmoy fyrsta sigurin við nýggja bátinum.
Talan var um framúr glæsiligan sigur. Sævarmoy sprakk avstað, og síðani var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða. Hann var ógvuliga sannførandi. Tað vóru tvær bátslongdir aftur til fremsta avbjóðaran.
Og fremstu avbjóðararnir vóru liðfelagarnir hjá Sævarmoy í Klaksvíkar Róðrarfelag. Fípan Fagra fekk als ikki sama startin sum Sævarmoy. Í startspurtinum var Fípan Fagra í kapping við fleiri aðrar bátar – eitt nú Heyk úr Hósvík. Í miðróðrinum vann Fípan Fagra seg væl framum Heyk, og so er FM spenningurin varðveittur. Tann, sum á ólavsøku verður fremri – Heykur ella Fípan Fagra – verður meistari.
Heykur var rættiliga hóttur, men tað eydnaðist teimum úr Hósvík at hava hálvan stavnin undan Drekanum, sum endaði á fjórða plássi.
Tað er lagt upp til øgiliga finalu á ólavsøku. Heykur og Fípan Fagra eru í FM kapping. Fyri allar manningar telur tað serliga nógv at vinna á ólavsøku, og gongdin og úrslitið í dag vístu, at tað kann væl vera, at tað verður hvørgin av teimum, sum kappast um FM, ið fer at vera fyrstur á mál ólavsøkuaftan.
1 | Sævarmoy | 04:53.43 |
2 | Fípan Fagra | 04:58.13 |
3 | Heykur | 05:02.12 |
4 | Drekin | 05:02.15 |
5 | Teistin | 05:02.48 |
6 | Royndin Fríða | 05:05.12 |
7 | Tjaldrið | 05:05.48 |
8 | Ørnin | 05:08.13 |
9 | Tambar | 05:10.21 |
10 | Tekla | 05:11.30 |
11 | Knúkur | 05:17.36 |
12 | Ingibjørg | 05:26.08 |
13 | Firildur | 05:41.32 |
14 | Jallurin | 05:42.24 |
1 | Heykur | 38 |
2 | Fípan Fagra | 37 |
3 | Sævarmoy | 31 |
4 | Royndin Fríða | 21 |
5 | Drekin | 16 |