Nýggja ætlan landsstýrisins tekur fullkomuliga grundarlagið undan Føroyska samfelagnum.
? Avtalan ber í sær, at helvtin av inntøkugrundarlagnum hvørvur.
? Allur blokkurin (uml. 1 mia.) verður burtur.
? 300 mió. krónur, sum staturin í dag rindar einsamallur verða eisini burtur.
? Hetta setur føroyska samfelagið aftur í kreppustøðu, sum Hvítabók, íslendsku útrokningarnar og Caragata álitið hava ávarað um.
Hóast upprunaliga fullveldisætlanin er farin fyri bakka, so arbeiðir samgongan framvegis við einum skilaleysum uppskoti, sum hevur við sær, at vit fáa nýggja búskaparkreppu í Føroyum.
Sambært hvítubók, eru ríkisútreiðslurnar umleið helmingurin av fruminntøkunum hjá almennu kassunum her á landi. Men kortini er tað eitt mál í sær sjálvum hjá samgonguflokkunum, at flestu ríkisútreiðslurnar skulu burtur næstu 4 árini. Hetta fer at hava við sær, at grundarlagið undir føroyska vælferðarsamfelagnum verður burtur.
Fólkaatkvøðurnar, sum skuldu verða um henda spurningin blivu avlýstar, tá samgonguflokkarnir varnaðust, at fólkið ikki fór at taka undir við teirra ætlan. ? Ella við øðrum orðum: Fólkið skuldi sleppa at siga »ja«, men ikki »nei«.
Í staðin roynir samgongan seg nú við eini politiskari proklamatión í panikki.
Samgonguflokkarnir ætla at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, har politiska kósin verður sett. Tí má tað verða fyrsta uppgávan hjá einum nýggjum landsstýri, at broyta hesa samtyktina.
Neyðugt er, at nýggj manning skjótast gjørligt verður sett til at stýra samfelagsskútuni, fyri at steðga skilaloysinum hjá verandi samgonguflokkum.