Tað hevur gingið striltið at fáa nýggju skiljimaskinuna, sum Noma Tek og Formula Fo hava bygt til Fiskamarknaðin Føroya á Toftum, at virka eftir ætlan. Enn hevur maskinan, sum ætlandi skuldi takast í nýtslu fyri 10-12 døgum síðan, ikki verið til nakra hjálp. Men vónandi verður hon tað um ikki so nógvar dagar aftrat.
? Vit høvdu fund við leverandørarnar týsdagin, og teir vónaðu, at skipanin koyrir mánadagin komandi. Dagar hava verið ásettir fyrr, men teir hava ikki hildið. So, vit kunnu bara vóna tað besta, sigur Oskar Joensen.
Sum skilst, hevur hetta verið ein rættiliga strævin tíð hjá Fiskamarknaði Føroya.
? Vit tóku gomlu skiljiútgerðina niður millum jól og nýggjárs og hava ?haltað?okkum ígjøgnum januar mánaða. Vit hava eisini verið noyddir at siga skip frá okkum, tí vit klára ikki at skilja alt við hond, tá ið nógvur fiskur er.
Leysir endar
Oskar vísir á, at teir eru byrjaði so spakuliga at skilja við nýggju útgerðini, men enn eru nógvir leysir endar, og bert smáar nøgdir eru skildar við nýggju maskinuni.
? Mánadagin, týsdagin og mikudagin koyrdu vit nakað av fiski ígjøgnum, men hetta eru so smáar nøgdir, at enn noyðast vit at seta okkara álit á hondskiljingina.
Oskar sigur, at Fiskamarknaður Føroya hevur ikki nokk av fólki bæði tilskiljimaskinuna og hondskiljingina samstundis, og tí er hetta ein trupul støða.
? Men tað lættir nógv um, at lítil fiskur er á marknaðinum í løtuni, leggurhann aftrat.
Spurdur, hvat tað er fyri trupulleikar, leverandørarnir dragast við, sigur Oskar, at talan bæði er um tað mekaniska og tað teldustýrda. Umboð fyri Noma Tek og Formula Fo eru enn á Toftum, og teir hava góðar vónir um, at alt fer at virka eftir ætlan. Hetta er alt nýtt og ikki roynt áður.
? Eg dugi ikki at siga, hvat vit kunnu vænta, men eg vóni, at alt gongur eftirætlan, tá ið hendan vikan er av, sigur Oskar Joensen.
Framkomin maskina
Skiljimaskinan, sum Noma Tek og Formula Fo hava sett upp hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum, er tann fyrsta av sínum slagi. Maskinan hevur nógvar ymiskar stýringar, og tí hevði neyvan nakar roknað við, at alt fór at ganga uppá stás, fyrr enn skipanin er royndarkoyrd eina tíð.
? Tá ið alt alt er komið uppá pláss, ivist eg ikki í, at maskinan kemur at lætta nógv um skiljingina, segði Oskar Joensen við Sosialin í síðstu viku.
Skiljandi er, at Fiskamarknaður Føroya er vorðin eitt sindur ótolin, nú tað hevur drigið út við at fáa maskinuna at virka eftir ætlan, tí hetta ger, at gerandisdagurin verður so trupul.
Og somuleiðis er tað eisini spell, at marknaðurin hevur verið noyddur at siga skipum frá sær.
Tað serliga við hesi skipanini, er, at allur tann skildi fiskurin kemur út av endanum. Vanliga standa eini 10, 12 ella 14 kør við eina skiljimaskinu, og hesi "portur" taka nógv pláss. Hendan maskinan er líka sum í tveimum. Hon skilir fiskin uppí kør, sum taka 300-400 kg., og tá ið tey eru full, verður fiskurin stoyttur niður á band, sum førir hann út av endanum. Har standa so tvey kør, sum taka ímóti tí skilda fiskinum.
Nýggja skiljimaskinan kann eisini skilja fiskin frá tveimum skipum í senni ? ella t.d. fisk frá einum skipi á aðrari "linjuni" og útróðarfisk á hinari.
Øktur kapasitetur
Fiskamarknaður Føroya hevur havt eina Scanvægt-skiljimaskinu, sum kundi skilja eini 10-12 tons um tíman - alt eftir, hvussu gekst. Haraftrat hevur marknaðurin havt eina hondgjørda linju, sum FJM í Runavík bygdi.
Mett verður, at nýggja maskinan skilir eini 20-30 tons um tíman, tá ið hon virkar eftir ætlan.