Nýggja Testamenti til menn

– Eru tit fresh, dreingir?
Soleiðis spyr forkvinnan í Javn­støð­u­nevnd­ini teir ell­ivu menn­i­nar, sum hava sett sær fyri at orða Nýggja Testa­menti av nýggj­um – í ein­um málbúni, so tey ungu skilja bet­ur tekstin.

Tað er nýggi grunnurin ungNT, sum er farin und­ir hesa verk­ætl­an, og aft­an fyri grunnin eru Fólk­a­kirkj­an, Ka­tólska Kirkj­an, Brøðr­a­sam­koma, Heim­a­miss­iónin og fleiri fríkirkjur so sum Frels­unn­ar­her­urin, Keldan, O­as­an og Ev­an­ge­li­ihúsið. Hetta talar fyri breidd, má sigast. Men forkvinnan í Javnstøðunevnini vísir á, at tað bara eru menn, sum eru í hesum arbeiði. Hon vísir á, at her er ein blindur vinkul, sum er ómodernaður og og óneyðugur, tí hon heldur ongan iva vera um, at onkur kvina í onkrari samkomu onkustaðni man hava hesar førleikar.
Og rætt hevur hon, her hava menn ikki hugsað seg nóg væl um...