Miðvágur: Tað kann fyri mong tykjast sum eitt stórt stig, nú kommunan ætlar sær at byggja ein barnagarð til ikki færri enn 140 børn.
Hagtølini vísa kortini, at væl er til av børnum í kommununi undir skúlaaldur – í roynd og veru kunnu øll hesi børnini rúmast í barnagarðinum, tí sambært hevur eru tey 144 í tali.
Hesin nýggi barnagarðurin verður bygdur á serstakan hátt, so sum myndin vísir.
Eitt stórt arbeiði er gjørt frammanundan við at fyrireika hetta, og hava umboð fyri trivnaðarnevndina vitjað runt á stovnum kring landið fyri at fáa kunnleika um, hvussu ein kann koma fram til besta úrslitið.
Broyting
Higartil hevur arbeiðið verið nakað seinkað, tí onkrar broytingar eru gjørdar. Ein av hesum broytingum er, at undir starvsfólkabygninginum skal verða fullur kjallari, tað er: at nú skal nakað spreingjast afturat.
Jákup á Stongum, arkitektur, sigur við Vágaportalin, at hann roknar við at betong arbeiðið verður boðið út um tríggjar vikur.
Her verður talan um eitt umfatandi betong arbeiðið. Íroknað hetta, skulu eisini hitarør leggjast í gólvini.
Jákup væntar, at barnagarðurin kemur at kosta einar 25 milliónir krónur, tá ið hann stendur liðugur.
Barnatal
Sambært einum yvirliti frá Hagstovuni frá 1. januar 2007 høvdu børnini í Miðvágs kommunu henda aldur:
0 ár 12
1 ár 16
2 ár 23
3 ár 23
4 ár 19
5 ár 22
6 ár 13
7 ár 16
Íalt 144 børn