Meiri enn helmingurin av liðnum var nýggjur, tá ið tað fyri fyrstu ferð eydnaðist AB at vinna í fyrsta umfari, og tað ímóti favorittunum í Sarpugerði.
Tað eru nýggjar fótbóltstíðir á Argjum. Gamaní verður millum tipparar rokna við, at tað verður, sum tað plagar, og tað vil siga, at AB skal vera millum liðini, ið kappast fyri at sleppa undan niðurflyting.
26 umfør eru millum nú og síðst í oktober, og tí kann tað vera, at nógv, sum nú vendir upp, fer at venda niður um sjey mánaðir. Men eingin kann taka frá argjamonnum, at teir í fyrsta umfari í ár hava syrgt fyri tí, sum teir ongantíð áður hava megnað, nevnliga at vinna fulla úrtøku.
– Hetta var ein sera kærkomin sigur. Vit roknaðu við møguleikanum, at tað skuldi eydnast at vinna. Vit høvdu avrátt, at vit skuldu pressa teir frá fyrsta bríksli, og tað eydnaðist væl, sigur nýggi og væl nøgdi AB venjarin Bill Jacobsen.
Annað árið í bestu deildini verður ofta sagt at vera tað torførasta. Á AB liðnum eru tó fleiri, sum ikki vóru við í fjør. Seks av teimum fyrstu ellivu vóru ikki á liðnum í fjør, og leygarmorgunin versnaðu fyritreytirnar, tá ið Jógvan Isaksen, sum skuldi vera í miðverjuni, orsaka av sjúka gav avboð.
– Fyrra málið, sum Jóan Símun skoraði í 22. minutti eftir flatt frísparksinnlegg úr høgru frá Jónasi Stenberg, var sera týdningarmikið. Fyri bæði Jóan Sìmun og liðið var tað avgerandi, at hann skoraði í fyrsta dystinum, heldur Bill Jacobsen.
Lyklastøðan var, tá ið Hans Jørgen Djurhuus, fýra minuttir eftir leiðslumálið, varð vístur av vøllinum eftir nærdyst. Harvið broyttust fyritreytirnar fullkomuliga. Men kortini var tað Víkingur, sum síðsta stóra korterið av 1. hálvleiki var omaná. Undan vindinum tiltuskaðu heimamenninir sær nógv hornaspørk, og tað vóru fleiri spentar støður, har m. a. Finnur Justinussen var tætt við, men tað varð ikki meiri enn nær við og næstan.
– Hetta var ikki okkara dagur. Eg kann ikki annað enn rósa spælarunum fyri at vísa góðan hugburð, men tað datt ikki okkum til fyrimunar, staðfesti Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen, sum var misnøgdur við, at dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki í 2. hálvleiki, tá ið støðan framvegis var 1-0, og Finnur Justinussen fór um koll í nærdysti við málverjan, eftir at innskifti Hanus Jacobsen hevði lagt innfyri úr vinstru:
– Eg skilji ikki, at tað ikki verður bríkslað, tá ið málverjin rakar mannin, sum fer um koll, og ikki bóltin.
AB venjarin ásannaði, at heimaliðið stóran part av tíðini leikliga var omaná.
– Men vit vóru væl skipaðir og stóðu ímóti trýstinum, og eftir at Hørður M. Mohr, sum var á miðvøllinum, tí Sorin var fluttur aftur í verjuna, hevði økt um leiðsluna, so vóru vit nærri 3-0, enn teir vóru at skora, helt Bill Jacobsen.