Næstu vikuna skal NSÍ tvær ferðir suður í Gundadal. Sunnudagin at spæla ímóti HB, og ólavsøkudag er B36 á skránni.
Setningurin hjá NSÍ er at varðveita plássið í bestu deildini. Eli F. Nielsen og Høgni Midjord, sum higartil í ár hava roynt at spæla seg inn á HB liðið, hava seinastu dagarnar vant í Runavík. Um teir megna at spæla seg á NSÍ liðið er ógreitt. Heilt greitt er tað, at Pól Jóhannus Justinussen verður aftur at síggja á besta liðnum í barndómsfelagnum. Ivaleyst verður tað í framrættaðum leikluti.
Jóhan Troest Davidsen er eisini uppvaksin í NSÍ, og hann verður at síggja í Gundadali sunnudagin, eftir at hava verið uttanlands. Hann skal hjálpa til at tippa í HB miðverjuni, har holini hava verið stór. Í framrættaða partinum eru gamlir kenningar komnir afturíaftur: Rógvi Poulsen og Rókur Jespersen skulu hjálpa HB at vinna seg av fimta plássi og nærri toppinum.
Hallur Hansson hevur seinastu vikurnar verið á flatlondum og royndarvant á Fyn og í Aalborg. Hann verður tó við á HB liðnum sunnudagin.
HB-NSÍ: Rúni Gaardbo sunnudagin klokkan 15.00.