- Vit hava góðar møguleikar at gera vegakervið meira heilsuvinarligt við at gera fleiri súkklubreytir fram við vegunum, sigur Annika Olsen, innlendismálaráðharri.
- Vit kunnu gera etiætlanir í skúlunum, og vaksa um rørsluna í skúlanum, sigur Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri.
- Eg kann sjálvandi stuðla fólki at gera heilsuátøk, men eg haldi ikki, at vit í hesum tíðum skulu gera íløgur í heilsustovur á almennum arbeiðsplássum, tí vit hava privat, ið bjóða heilsu fram, og tí er tað skeivt at taka virksemi frá teimum, sigur Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri.