Tann 29. apríl í 1978 skrivar Sosialurin um tað fyrra av nýggju farmaskipunum hjá Skipafelagnum Føroyar, Lóm, sum er farið í sigling millum Føroyar og Danmark. Sosialurin skrivar:
»Hann kom til Føroya fyrrapartin týsdagin (tað er flaggdagin í 1978), og hevur síðani verið framsýningarferð kring oyggjarnar, til hann í gjárkvøldið ella tíðliga í morgun skuldi fara til Danmarkar á fyrsta túrin.
Samstundis sum Lómur er settur í siglingina, verður norska farmaskipið Vela, sum Skipafelagið hevur leigað, síðani gamli Lómur varð seldur, latin norsku eigarunum aftur.
Sama slag sum Vera
Lómur er bygdur á sama hátt sum Vela, men er nakað størri. Tað eru norðmenn, sum hava útviklað hesa serlgu skipatypuna.
Lómur er 77 metrar langur, 14,5 metrar breiður og 9,40 metrar djúpur, máludr av shelterdekkinum. Ferðin er um 14 míl.
Hann er merktur 1460 tons deyðvekt, lastarúmið er 172.000 kubikføtur, og hann hevur frystirúm upp á 20.000 kubikføtur. Frystirúmið er býtt sundur í fýra líka stór rúm, sum kunnu hava ein hita upp á millum +30 og - 30 stig.
Skipið hevur tvey síðuportur í bakborðssíðu.
Tað størra portrið verður lagt niður á bryggjuna, soleiðis at truckar og bilar kunnu kjoyra beinleiðis umborð. Hitt síðuportrið er har frammi, og gongur inn á millum dekkið.
Innan fyri tað størra portrið eru tveir elevator, sum tilsamans kunnu lufta upp til 8 tons. Teir verða brúktir til at flyta góðsið niður á hini bæði dekkini. Tað er pláss fyri 34 20 fóts kontainarum í lastini , um framt 6 20 fóts frystikontainarum.
Hæddin á dekkinum er 2,70 metrar, og hetta er ein stórur fyrimunur. Góðsið fær eina betri viðferð, tí tað er ikki neyðugt at stápla góðsið ov nógv oman á hvørt annað.
Hitt skipið lastast í desember
Manningartalið á Lómi verður 12, og skipari er John Hansen, sum er ættaður av Toftum. Tað eru 27 koyggjupláss, harav tey 12 eru roknað til ferðafólk.
Samlaði byggikostnaðurin er 29 milliónir krónur. Sáttmálin er gjørdur í norskum krónum, og Skipafelagið hevur spart eini 6% við tað, at norska krónan varð nðurskrivað við 8% fyrr í ár, meðan tann danska kronan ikki varð niðurskrivað.
Tað er Frosen Verft í Rissa, norðan fyri Tróndheim, sum hevur bygt Lóm. Sama skipasmiðja skal byggja eitt skip av sama slag til Skipafelagið. Byrjað er upp á byggingina, og skipið skal latast Skipafelagnum í desember mánaði í ár.«