Landskappingin í 1. deild hjá kvinnum er nú klár, og 23. mars verður fyrsta umfar á skránni.
Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya nú frá á heimasíðuni.
Tað eru níggju feløg, ið boða frá luttøku í bestu deildini hjá kvinnnum í hesum níggja kappingarárinum, og fyrsta umfar verður spælt leygardagin 23. mars.
Føroyameistararnir seinastu árini, KÍ, leggja fyri á útivølli móti ÍF, meðan hinir dystirnir í 1. umfari vera HB-B36, B68/NSÍ-EB/Streymur og AB-Skála.
Níggjunda liðið í bestu deildini hjá kvinnum er Víkingur, sum í sínum fyrsta dysti á heimavølli í øðrum umfari 28. mars tekur ímóti ÍF.
Eftir 2. umfari verður stuttur steðgur í kappingini í góðar tríggjar vikur. Hetta er í samband við HM-luttøkuna hjá kvinnulandsliðnum í Litava, og fýralandakapping hjá U17 Gentum, sum verður í Wales.
Seinasta umfar áðrenn steðgin verður spælt sunnudagin 7. juli, og síðani verður lagt fyri aftur 18. august, tá 12. umfar er á skránni.
Landskappingin í 1. deild hjá kvinnum endar leygardagin 12. oktober.