Tað tók sína tíð hjá sumbingum at fáa avgreitt uppgerðina í Runavík. Teir fóru frá húsum leygardagin klokkan 13 og komu norður um við einum trolara.
Tá vit frættu úr Sumba á døgurða í gjár, vóru teir ikki komnir suður aftur, men tá roknau tey við, at teir mundu fara at koma eina ferð seinnapartin, tí tá var veðrið nógv frægari.
Sumbingar fingu einki burturúr dystinum í Runavík. Teir taptu 6-3, og tað mundi vera so sum so við møguleikunum at fáa nakað burturúr, tá tað verður hugsað um venjingardyst, tí líkindini vóru út av lagi vánalig. Í 2. hálvleiki var tað faktiskt ikki spælandi, men ivaleyst hevur dómarin havt í huga, at sumbingar ikki skuldu koma norður eina ferð afturat fyri at avgreiða hetta.
Seks mál í 25 minuttir
NSÍ hevði undanvind í 1. hálvleiki, og tað var skjótt, at teir komu væl á odda. Sjúrður Jacobsen skoraði til 1-0 beinleiðis uppá fríspark úr høgru ? fjarstøðan var einar 23 metrar ? og Óli Hansen økti eftir innlegg frá Helga L. Petersen í høgru. Helgi var eisini uppí blandaður, tá Eddie Mikkelsen økti til 3-0. Annfinn Thomsen hálvbjargaði fyrst tveimum royndum frá Helga.
Tá vóru 20 minuttir farnir, og í sama minutti økti Óli Hansen. Talan var um besta álopið í dystinum, sum endaði við, at Helgi L. Petersen eftir innlegg úr vinstru stútaði uppá tvørs aftur.
Sumbingar skoraðu tvey mál eftir stuttari løtu. Fyrst var tað nýggi álopsmaðurin Nikola, sum hevði síðsta fótin á eftir uppspæl í vinstru, og so var tað Birgir Jørgensen, sum gjørdist leysur.
Sumba hevði ikki nógv álop undan vindinum, og um tað hevði órógvað heimaliðið, at sumbingar tvær ferðir høvdu minkað um munin, so fingu teir hetta uppá pláss aftur, tá Dánial Hansen stutt fyri steðgin økti við frísparki úr 40 metrum!
Í 2. hálvleiki órógvaði vindurin heilt nógv, og tað vóru ikki nógvir upplagdir málmøguleikar. Sumba minkaði um munin, tá teir spældu stingara inn um fløtu verjuna, og Sjúrður Jacobsen staðfesti sigurin við brotssparki, tá tíðin var um at vera farin.
Kent fólk
Á heimaliðnum var talan um nógv kent fólk. Spælandi venjarin, Milan Cimburovic var høgri vongverji, og Jónstein Petersen var í hinum borðinum. Innafyri seg høvdu teir Dánial Hansen og Kára Sigvardsen. Helgi L. Petersen, sum var skaddur tað nógva av kappingarárinum í fjør, var í høgru á miðvøllinum, og Eddie Mikkelsen var ytst í hinum borðinum. Mitt fyri vóru Eyðstein Skipanes og Sjúrður Jacobsen.
Óli Hansen og Kristian Høgni Jacobsen vóru í álopinum. Brynjolvur Nielsen royndi seg fyri fyrstu ferð á besta liðnum, tá hann varð skiftur inn fyri Eddie Mikkelsen. Tá restaðu átta minuttir.
Fleiri útlendingar
Hjá sumbingum var Annfinn Thomsen í málinum. Ungu menninir Mortan úr Hørg og Sonny Kjærbo vóru vongverjar, og meiri royndu Marlon Kjærbo og Bibi vóru í miðverjuni saman við Hans Jákup Thomsen. Tummas Jóhan Nónsfjall var nýggjur á miðvøllinum, og har vóru eisin D. J. Joensen, og Eirikur Joensen. Birgir Jørgensen hevði Nikola at hjálpa sær í álopinum.
Úr Sumba frættist, at ein útlendingur afturat er á veg til landið, men hetta fingu vit ikki vátta, áðrenn blaðið fór til prentingar.