Nú hava ellivu valevni boða frá, at tey eru klár til bygdaráðsvalið í Hvalba í næsta mánað. Fyri eini løtu síðani var ein listi við ellivu valevnum latin inn og tað er mangt, sum bendir á, at hetta verður tann einasti listin, sum verður til valið. Annars plaga tað at vera tveir listar. Men á valinum í 2000 høvdu tey heili fýra listar at velja ímillum. Tá vóru heili 22 valevni at velja ímillum, men tá høvdu sandvíkingar sín egna lista, men fingu einki umboð í bygdaráðið.
Av teimum ellivu valevnunum eru tvær kvinnur, og tær sita báðar í núverandi bygdaráðið. Tríggir av hinum bygdaráðslimunum stilla eisini upp, men aftur fyri eru tað tveir bygdaráðslimir, Rúni Thomsen og Magni Berrholdsen, sum ikki eru á listanum.
Nøkur av teimum av roynt seg áður á bygdaráðsvali og onkur hevur eisini sitið í bygdaráðnum, men onkur er eisini tiltakslimur í hesum valskeiðnum.
Tey ellivu valevnini, eru:
Janus Thomsen
Eir Norðberg
Niels Olaf Eyvindsson
Steen Spange Larsen
Poul Laust Christiansen
Gunnhild Mortensen
Hans Cecil Poulsen
Thorstein Thomsen
Ronni Hammer
Martin í Nesi
Heri Norðberg
Janus Thomsen er núverandi borgarstjóri og Eir Norðberg, er núverandi varaborgarstjóri, og tey stilla sostatt bæði upp aftur. Gunnhild Mortensen, Niels Olaf Eyvindsson og Sten Spange Larsen eru eisini núverandi bygdaráðslimur og Poul Laust Christiansen er fyrsti varalimur. Hans Cecil Poulsen hevur eisini havt sæti í bygdaráðnum sum annar varalimur.
Martin í Nesi hevur sitið í bygdaráðnum áður. Sten Spange Larsen og Niels Olaf Eyvindsson búgva í Sandvík, hini búgva í Hvalba