Seinastu vikurnar hava vit á Sosialinum lagt sjóneykuna á knæskaðar í føroyskum ítrótti. Samrøða hevur verið við fysioterapeutar og ítróttarfólk sum hava hollan kunnleika um knæskaðar.
Ein av teimum er fysioterapeuturin hjá H71, Bartal Dahl Andreassen, sum hevur kannað leikarar hjá H71 heilt niður í U12 árgangin fyri knæskaðar.
Í samrøðuni við Bartal Dahl Andreassen, nemur fysioterapeuturin við níggju góðum ráðum fyri at fyribyrgja knæ- og fótliðsskaðum.
Tey eru hesi:
- Alt beinið skal altíð vera í beinari linju (lær, knæ, undirbein og fótur).
- Altíð royna at lenda á báðum beinum.
- Fjaðring í lendingini (niður í knø og ljóðleys lending) og beinini í beinari linju (lær, knæ, undirbein og fótur). Umframt at hava javnvág í kroppinum.
- Góða orku. Tess betri orku og styrki, tess longri klárar mann at gera rørslurnar rættar.
- Styrkja baklærið.
- Steðga renningar varliga.
- Venja balansu (millum annað; standa á einum beini tá man bustar tenn, ella meðan venjarin gevur instruktiónir. Venjingar á balansubretti ella øðrum ójavnum undirlagi, evt kasta bólt ímeðan).
- Góða koordinatión ”stiga” venjing, lakka og nógvar aðrar skjótar planlagdar rørslur.
- Fyri fótliðsskaðar er sera gott at lakka aftur og fram, síðulens, í fýrakantar o.s.f.r.