Nýggjur fastur startur lagdur út

Hóast 27 ára gamli fasti starturin framvegis er góður, so verður nýggi starturin roknaður at vera stórt framstig

Kappróður

Hon er trúgv sum trøllið. Lýsingin frá Havnar Róðrarfelag í ólavsøkuvikuni um, at nú er fasti starturin lagdur út undir Argjahøvda, og at nú skulu skip og bátar halda seg burtur frá startinum. Lýsingin fevnir sjálvandi ikki um kappróðrarbátar, tí teir eru títtir á fasta startinum, sum bátarnir venja seg við.
Í ár er spildur nýggjur fastur startur lagdur út. Partar av honum vórðu lagdir út í gjárkvøldið, og í kvøld verður klárt hjá bátunum at royna hann. Tað er Magni Nielsen í Havnar Róðrarfelag, sum er komin við nýggja startinum, sum skal loysa tann av, sum Eigil á Borð og Petur í Heiðunum gjørdu í 1979.
Fyrri starturin var samanbundin í planka, sum varð heftur í landið. Nýggi starturin eru trolkúlur, sum í enda eru knýttar saman og í enda heftar inn á land.
- Fortoyningarnar eru tær somu, og broytingin er ikki so ógvuliga stór. Men hetta sparir okkum fyri ógvuliga nógv stríð. Træið skuldi vaskast og turkast, áðrenn tað aftur varð lagt í bingju at goyma til næstu Ólavsøku. Nú nýtist hetta ikki, staðfestir Paul á Krákusteini, formaður í Havnar Róðrarfelag.