Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur boðið m. a. tingmonnum til fundar í morginári kl 8:30 á Hotel Hafnia, har hann eftir øllum at døma fer at leggja fram uppskot um at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi
Sambært innbjóðingini frá Vinnumálaráðnum, so er talan um eina kunning um at útbyggja Vága Floghavn ? og ætlanir um nýggjan altjóða flogvøll í Føroyum.
Vinnumálaráðið hevur farnu árini arbeitt við útbygging av Vága Floghavn, og hevur eisini gjørt kanningar av nýggjum altjóða flogvølli í Føroyum.
- Nú útbygginginin av Vága Floghavn fer í gongd, verða tingfólk kunnað um verkætlanina. Eisini verður kunnað um ætlanirnar við altjóða flogvøllinum í Føroyum, sigur Bjarni Djurholm í innbjóðingini.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður hjá Tjóðveldinum, er ein teirra, ið hevur fingið innbjóðing. Hann vil vera við, at Bjarni Djurholm legði hetta uppskotið ? ið sambært Tórbjørn Jacobsen snýr seg um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi - fram á fyrsta uppstillingarfundi hjá Havnar Framburðsfelag í síðstu viku, og at prísurin fyri nýggja flogvøllin skal liggja um 1,6 mia krónur.
Tað ljóðar eisini, at Poul Michelsen, sum er varamaður hjá Bjarna Djurholm á tingi, eisini arbeiðir við einum uppskoti um flogvøll.