Eftir at formaðurin í KT-felagnum, Petur Mittún er farin úr nevndin, hevur nevndin skipað seg av nýggjum við Bjarna Askham Bjarnason sum formanni. Petur Mittún fór úr nevndini, tí hann er farin í nýtt starv.
Bjarni Askham Bjarnason hevur sitið í nevndini síðani 2007. Í nevndini sita annars Fróði Magnussen, Michael Thomsen, Niels Christian Nolsøe. Sum tiltakslimur er valdur Fridolin Bic.
KT-felagið er felag hjá føroysku KT feløgunum. Endamálið er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur og at útinna felags áhugamál, soleiðis at KT vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.
Felagið hevur 12 limir, men so skal leggjast aftrat, at hjá hesum 12 limunum starvast omanfyri 500 starvsfólk. Árligi umsetningurin hjá liminum er yvir 600 mió krónur.
(Bjarni Askham Bjarnason hevur áður verið stjóri í Vodafone, hagani henda myndin stavar)