Nýggjur forstjóri hjá Eimskip í Íslandi

Nevndin á Eimskip hevur gjørt av at seta Baldur Guðnason í starv sum nýggjan
forstjóra á Eimskipum

Baldur hevur sitið í nevndini á Eimskip Holding síðan oktober 2003. Samstundis tekur Erlendur Hjaltason seg aftur, sum forstjóri.

Nevndin í Eimskip takkar Erlendi fyri gott arbeið i í meira enn tvey ára tíggju.
Nevndin í Eimskip hevur sum uppgávu at styrkja og menna Eimskip. Nevndin
hevur lagt nýggjar ætlanir, sum bera í sær økt avkastkrav á kjarnuøkjum Eimskips,
at laga og menna tænastustøði til verandi eftirspurning og at leita upp fleiri
vakstrarøki, bæði í Íslandi, Føroyum og aðrastaðni. Baldur hevur tikið lut í nýggju
ætlanunum og fer, saman við starvsfólki annars, at laga felagsins arbeiði og
bygna til nýggju ætlanirnar.

Baldur tók við sum stjóri tann 17. mai. Hann er 38 ára gamal og er útbúgvin MBA frá lærda háskúlanum í Reykjavík. Hann er giftur og eigur trý børn.

Baldur hevur í 15 ár arbeitt innan flutning, bæði í Íslandi og uttanlands. Seinastu fýra árini hevur hann verið stjóri og eigari av felagnum Sjøfn hf. á Akureyri. Hann hevur tikið seg aftur sum stjóri á Sjøfn hf. og er givin við arbeiði sínum í øðrum feløgum, harímillum sum nevndarformaður á Ingvar Helgason hf. og Hans Petersen hf.

Baldur heldur fram sum nevndarlimur í Icelandic Group hf og í stjórnini á Lærda Háskúlanum á Akureyri.

Málið hjá Eimskip er framhaldandi, at Norðuratlantshavið er heimamarknaðurin, og
at felagið veksur innan altjóða flutning, herundir í Baltisku londunum, Norðsjónum
og við Miðjarahavið.

Tað eru sera stórir vakstrarmøguleikar á fremmandum marknaðum, har felagsins tænasta, umdømi og royndir, saman við 20 skrivstovum í 11 londum, ger tað møguligt hjá Eimskip at vaksa, bæði gjøgnum innanhýsis vøkstur og við keypi av feløgum í nevndu økjum. Málið er at røkka øktum vinningi og vøkstri og at skráseta Eimskip, sum sjálvstøðugt felag á íslendska partabrævamarknaðinum seint næsta ár.