Nýggjur gamal drápsháttur?

Alivinna
Fiski-og alivinnan eru ógvuliga fjøltáttaðar vinnur og hjá tí, sum skrivar um hendan partin av vinnuni, ber altíð til at skriva um okkurt. Tú kemur ongantíð á mál, og tað verða altíð nógv viðurskifti og nógvir spurningar, tú ongantíð hevur nortið við. Sumt veitst tú um, men røkkur tí ikki, og sumt fært tú ongantíð at vita, tí tú dettur ikki á tey fólk, sum sita við vitanini.
 Fert tú á eina fiskivinnuframsýning ella aliframsýning uttanlands, er ógjørligt hjá tær at vita, hvat er nýtt innan framleiðslutól, nautiska útgerð, ella hvat tað nú einaferð kann vera. Í slíkum førum er skilagott at halda teg aftrat onkrum, sum umboðar vinnuna ? einum virkisleiðara, sum kennur maskinurnar og nýggju tøknina ella skipara, sum kennir nautisku tólini á eini skipsbrúgv.
Í blaðnum týsdagin endurgóvu vit partar av eini grein í norskum blaði um ein nýggjan sláturhátt innan alivinnuna.
Sláturhátturin snýr seg um, at laksurin verður niðurkøldur fyri slakt, soleiðis at
fiskurin gerst minni strongdur. Við at køla fiskin niður og minka um strongdina, leingist tíðin, til deyðsstívleikin kemur í fiskin, og hann gerst stívur og ringur at arbeiða.
Í greinini í norska blaðnum varð víst á, at norski ídnaðurin á henda hátt hevur eitt fleiri dagar langt ?forspring? mótvegis øðrum kappingarneytum, tá ið ræður um feskleika og dygdir sum fastleika og reyða litin í laksinum.
 Eftir at greinin hevði staðið í Sosialinum, ringdi ein kelda til okkara, sum hevur stóran kunnleika innan føroysku alivinnuna.
 - Eg mátti flenna, tá ið eg las greinina um nýggja sláturháttin hjá norðmonnum, tí soleiðis hava føroysk alibrúk dripið laks í fleiri ár.
 Keldan helt tó, at hugskotið kemur úr Noregi, men at hetta er ein nýggjur sláturháttur, er tað reina vrøvl.
 Og soleiðis er við øllum tí, sum hevur við fisk og fiskivinnuna at gera. Tú verður ongantíð nóg væl kunnaður á øllum økjum, tí vinnan er so ógvuliga fjøltáttað, úr einum enda í annan.
 Helst hevur norski greinskrivarin misskilt okkurt, og vit kunnu gita okkum til, hvat tað er, hann hevur misskilt.
 Norski granskarin, Per Olav Skjervold, hevur arbeitt við spurninginum um feskleika í laksi fleiri ár, og hesin hevur nú skrivað eina doktararitgerð um evnið.
 Tað er ivaleyst i hesum sambandi, at norski greinskrivarin metir, at hátturin við niðurkøling av laksinum fyri slakt, er nýggjur og higartil lítið kendur millum alarar.
 Men so er ikki, skilst.