John hevur ikki spælt hondbólt á hægsta støði seinnu árini, men í vetur hevur hann tó spælt við eykaliðnum hjá H71. Og hetta hevur hann eftir øllum at døma gjørt somikið væl, at hann nú er kallaður til fyrstaliðshópin hjá felagnum.
H71 spælir í dag móti StÍF, og tað er ein dystur, sum hvørgin parturin hevur ráð at tapa, um vónirnar um pláss í FM-finaluni skulu haldast intaktar.
Í Havn verður klassikarin millum Kyndil og VÍF á skránni, meðan triði dysturin verður í Kollafirði, har Neistin kemur á vitjan.
Allir mansdystirnir í dag byrja klokkan 16.