Nýggjur skúli
Runavíkar býráð hevur nú samtykt at fara undir bygging av nýggjum kommunuskúla í Runavík.
Av 11 býráðslimum, atkvøddu 8 fyri, tvær atkvøður vóru blankar og ein atkvøddi ímóti. Blonku atkvøðurnar áttu Ólavur A. Olsen og Regin Olsen, og Kári P. Højgaard atkvøddi ímóti.
Nú býráðið hevur samtykt verkætlanina, verður sáttmáli undirskrivaður við Articon, og ætlanin er, at spakin verður settur í longu um mánaðarskiftið, juni/ juli.
Tað eru Articon og Teknistovan hjá Eyðuni Petersen, sum hava teknað verkætlanina í Runavík.
Ætlanin hjá Runavíkar býráð er, at vanligu skúlastovurnar og serstovur skulu standa klárar at taka í nýtslu komandi summar.
Síðan verður gamli framhaldsskúlin í Runavík rivin niður, og restin av byggiætlanini verður framd.
Við í nýggja skúlanum í Runavík verður umframt vanligar skúlastovur og serstovur, eisini stórt bókasavn og stór aula, sum verður partur av mentanarvirkseminum í kommununi.
Hetta verður ein væl útbygdur skúli við nógvum møguleikum, og væntandi er, at hann kemur at nøkta tørvin fleiri ár fram í tíðina.
Ætlanin er, at næmingar úr 4. flokki upp í 10. flokk skulu ganga í nýggja kommunuskúlanum, meðan næmingar úr 1. til 3. flokk skulu ganga í verandi skúla á Glyvrum.
Tá ið øll ætlanin er veruleiki um tvey ár, verða barnaskúlarnir í Rytuvík og Søldarfiðri niðurlagdir sum barnaskúlar.