Ein nýggjur lágprís handil við navninum Sheep, letur upp í morgin, í hølum á Hálsi í Havn.
Tað verður ofta tosa um prísstøðið á handilsvørum í Føroyum og hvussu nógv dýrari tað er at keypa inn her heima, enn tað er aðrastaðni. Sum oftast verður samanborðið við grannalond okkara.
Rói B. Poulsen, ið er ein av trimum, ið fer at reka handilin, sigur, at talan er um ein handil, ið fer at reka handil eftir einum konsepti, ið er vælkent aðrastaðni, men ikki er roynt í Føroyum.
- Talan verður ikki um til dømis tilboðsprísir av og á, men heldur leggja vit okkum eftir at hava fastar lágar prísir á gerandisvørum, ið vit fáa frá veitarum ymsastaðni í Evropa.
Hølini, har Sheep heldur til, eru gomul handilshølir, har millum annað Flísan og Havnar Timburhandil hava hildið til.