Nýggjur og lættari Mazda2

Mazda2 verður í heyst avloystur av einum nýggjum bili við saman navnið. Talan verður um ein heilt nýggjan hatchback við fimm hurðum, sum verður teknaður og framleiddur hjá Mazda í Hiroshima

Í heyst kemur ein heilt nýggjur Mazda2 á marknaðin. Meðan núverandi Mazda2 er meira til tey tilkomnu, vendir hesin nýggi sær serliga til unga ættarliðið.

Nýggi Mazda2 hevur einki við forgangaran at gera – tað einasta teir hava til felags er navnið og støddin, sum er áleið tann sama. Ein nýggjur bilur frá topp til tá.

Núverandi Mazda2 verður gjørdur í Valencia í Spania saman við Ford Fiesta, meðan tann nýggi verður bæði teknaður og gjørdur hjá Mazda í Hiroshima í Japan. Japanararnir koma eisini at tekna tann næsta Ford Fiesta, sum verður bygdur yvir sama plattform sum Mazda2. Ford eiga umleið ein triðing í Mazda.

Við allari tí nýggju tøknini er tað vanligt, at bilarnir verða tyngri so hvørt sum nýggj modell koma á marknaðin. Men Mazda settu sær fyri við Mazda2 at gera ein lættari bil, og tað hevur eydnast teimum at gera ein bil, sum er millum 100 og 200 kg lættari enn kappingarneytarnir. Hetta fyri at gera bilin meira orkusparandi og lættan at umgangast í ferðsluni, uttan at tað á nakran hátt gongur út yvir trygdina.

Mazda2 kemur í fyrstu atløgu at fáast við tveimum 1,3 litra motorum við ávikavist 75 og 86 hk og einum 1,5-litra motori við 103 hk. Seinni kemur eisini ein 1,4 litra dieselútgáva.

Bilurin er gjørdur í sama væl umtókta ”zoom-zoom” stíli, sum byrjaði við Mazda6 í 2002, síðan komu Mazda3 og Mazda5. Í heyst kemur so Mazda2 á evropeiska marknaðin.