Nýggjur prinsur komin

Hertogafrúan í Cambridge, ella Kate, prinsessa av Onglandi, sum vit kanska kenna hana betri sum í hesum partinum av heiminum, átti í morgun ein son, skrivar BBC.

 

Hetta er triðja barnið hjá Catherine og William, hertoga í Cambridge, sum altso er sonur Charles, prins, og Dianu, prinsessu, sála.

 

Nýggi prinsurin er nummar fimm í ensku arvaraðfylgjuni og er sætta langommubarnið hjá Elizabeth, drotning. Okkara egna Margretha, drotning, er tí nú skumpað niður á 322. pláss í raðfylgjuni til ensku trónuna.

 

Bretska kongahúsið sigur við enskar miðlar, at móðir og barn hava tað gott. William, prinsur, var til staðar undir barnsburðinum.

 

Hertogafrúan fór á sjúkrahúsið tíðliga í morgun og átti sonin klokkan 11.01.

 

Nýggi sonurin hevur ikki fingið navn enn. Systkin hansara eita George, prinsur, sum er fimm ár og Charlotte prinsessa, sum er trý ára gomul.

 

Enskar veddingarfyritøkur siga, at mest sannlíku nøvnini eru Arthur, Albert, Frederick, James og Philip, skrivar BBC.