Jim Brown tók 1. oktober við sum professari í jarðalisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Jim Brown er 61 ára gamal. Hann hevur starvast innan jarðalisfrøði á universitetum í fleiri londum. Síðani 1980 hevur hann verið knýttur at Universitetinum í Calgary í Kanada, men hevur eisini í styttri og longri tíðarskeið verið knýttur at øðrum universitetum sum gestagranskari, td. í Sydney í Avstralia og Luleå í Svøríki. Seinastu árini hevur Robert James Brown arbeitt sum serfrøðingur í jarðalisfrøði, serliga seismiskum datatænastum hjá norsku ráðgevingarfyritøkuni GeoGrids. Á yrkisleið sínari hevur Robert James Brown skrivað hópin av greinum í viðurkendum tíðarritum.
Robert James Brown tók master prógv í jarðalisfrøði á Universitetinum í Manitoba í Kanada í 1968. Í 1973 tók hann Ph.D. prógv í seismikki við Universitetið í Uppsala í Svøríki.
Sum vanligt, tá ið vísindastørv verða sett á Fróðskaparsetrinum, so er tað altjóða metingarnevnd, sum ger úrskurð. Í metingarnevndini hava sitið Dr. Bjørn Ursin, professari á Norges teknisk-naturvitenskapelige Universitet, í Stavanger, Dr. Páll Einarsson, professari á Háskóla Íslands og Dr. Robert S. White, professari á Universitetinum í Cambridge í Onglandi.
Í samband við professaratilnevningina skipar Fróðskaparsetrið fyri móttøku og fyrilestri í Ovastovu í Nóatúni hósdagin 25. november kl. 15.00, har Robert James Brown heldur starvstøkufyrilestur við heitinum "Nakað um jarðalisfrøði og nakað um tøl". Fyrilesturin verður á norskum.