Tað er ikki hvønn dag at farið verður undir nýggjar skúlar í Føroyum. Men mánadagin í komandi viku verður ein nýggjur skúli veruleiki á Tvøroyri.
Henda dagin fara sjey næmingar at seta hvørjum øðrum stevnu í einum húsum á Hvítanesi, sum kristiligi felagsskapurin Youth With a Mission (stytt: YWAM) hevur keypt til endamálið.
Teir flestu næmingarnir eru føroyingar, men eisini útlendingar hava víst áhuga fyri hesum nýggja skúlanum. Gongst sum ætlað kemur nevniliga ein næmingur heilt úr Vietnam at ganga í skúla á Tvøroyri.
Hóast hetta er fyrsti skúlin av slíkum slagi í Føroyum, so hevur YWAM fleiri slíkar skúlar kring allan heimin. Upplýst verður, at einir 10.000 næmingar taka henda skúlan á hvørjum ári kring allan heimin.
Fleiri føroyskir ungdómar hava gjøgnum árini verið á slíkum lærusveinaskúlin í øðrum londum. Ein slíkur skúli finst í Noregi, sum fleiri føroyingar kenna. Fyri fáum árum síðani var ein miðvingur á hesum skúlanum, har hann sum ein partur av einum teami m.a. vitjaði í vesturafrikanska landinum Mali.
Óansæð um skúlin liggur á Tvøroyri, Noregi ella øðrum heimspørtum, so er endamálið tað sama, nevniliga at menna næmingarnar til eina tænastu í Guds ríki, úti og heima.
Heima og úti
Fólk á Tvøroyri hava helst lagt merki til eitt økt virksemi í einum av sethúsunum á Hvítanesi. Her hava fólk frá felagsskapinum nevniliga arbeitt í eina tíð við at fyrireika móttøkuna av teimum sjey næmingunum.
Nú er alt tilbúgvið, og mánamorgunin byrjar so undirvísingin, sum fer at halda fram til 28. juni í ár. Og tað er ikki hissini upplivingar, sum bíða hesum sjey næmingunum.
Skúlatíðin verður nevniliga skipað í tveimum, - ein partur við undirvísing og upplæring, meðan ein í hinum partinum fer í onnur lond at virka innan missión. Tann seinasta vikan er sett til eftirmeting av skúlatíðini.
Av tí at næmingarnir ikki bert koma at verða í Føroyum, er kostnaðurin eisini hareftir ? 35.000 kr. Í hesum er gjald fyri undirvísingina, undirvísingartilfar, mat, uppihald og ikki minst fyri ferðingina í onnur lond.
Lovsangur og missión
Fyri at kunna hava ein skúla av slíkum slagi og eina undirvísing á røttum støði, er sjálvandi neyðugt við undirvísarum. Av tí at skúlin er tvímæltur, verður undirvísingin bæði á enskum og á føroyskum máli av bæði føroyskum og útlendskum undirvísarum.
Mong áhugaverd evni verða tikin fram, m.a. um Guds persónleika og eyðkenni, um profetiska bøn og um lovsang. Eitt annað av stóru evnunum er um heimsáskoðanina í Bíbliuni og um heimsmissión.
Hetta seinasta er jú ein natúrlig fylgja av at næmingarnir í helvtini av skúlatíðini skulu út í onnur lond at virka. Her verður undirvísingin skipað sum bønarhald fyri tí landinum, sum Gud leggur teimum á hjarta at fara til.
Úr Vietnam
Hesin føroyski lærusveinaskúlin er higartil royndur tvær ferðir í Havn. Úrslitið hevur verið so mikið gott, at ein í YWAM nú leggur til brots á triðja sinni.
Endamálið við undirvísingini er at tann einstaki næmingurin skal mennast, bæði andaliga og menniskjansliga. Talan er jú um ein altjóða skúla, og tí er ynskið at útlendingar eisini verða við, soleiðis at ein frá ymiskum bakgrundum, tungumálum og mentanum koma at búgva og virka saman.
Ætlanin er, at ein næmingur skal koma ta longu leiðina úr Vietnam til skúlan á Tvøroyri. Men tá vit mánadagin høvdu samband við leiðsluna fyri skúlan, vóru ikki øll viðurskiftini við innferðarloyvinum fingin til vega.
- Vit miðað tó eftir, at alt hetta fer at laga seg, so at hesin vietnamesarin kann fara úr heimlandi sínum mikudagin, sigur Sanna Hammer, umboð fyri YWAM í Føroyum.