Nýggjur smartur Honda Accord - sum sedan og stationcar

Á bilasøluni Norðbil við Oyggjarvegin hava teir fingið tveir nýggjur Honda Accord, talan er um Accord sedan og Accord Tourer, ið er stationcar útgávan. Báðir verða gjørdir við 2.0 og 2.4 litur bensinmotorum.

Honda Accord er vorðin ein størri og dýrari bilur, sum nú kappast við bilar í dýrara miðalklassanu, hesin er ein størri og rúmligari bilur enn forgangarin. Accord hevur smart design, modellið er ein blandingur av Mazda6 og Alfa Romeo 156. Síðublunkljósini eru í síðuspeglunum, sum vit kenna tað frá t.d. Mercedes. Í fyrstu syftu vera tveir bensinmotorar á skránni, ein 2.0 litur við 155 hk og ein 2.4 litur við 190 hk. Næsta ár kemur ein útgáva við 2.2 litur dieselmotori. Accord verða gjørdir sum sedan og sum stationcar, tá eitur hann Accord Tourer. Viðførisrúmið á sedan er 459 litrar og 576 litrar á Tourer. Tourer er 8,5 cm longri enn sedan, eisini er aksilfrástøðan longri og harvið betur pláss til tey ferðandi á baksetrinum. Bilurin er rúmligur og góður at sita í, bæði sum bilførari og sum ferðandi. Diodu-ljósini í instrumentborðinum gera, at t.d. speedometrið er sera lætt at avlesa.

Comfort, Sport og Executive

Koyrieginleikarnir eru góðir, tað merkist, at bilurin hevur eitt heilt nýtt upphang aftan. Accord hevur nú seks airbag íroknað airbag-gardinur, sum eru standard. Bilurin fæst í útgávunum Comfort, Sport og Executive. Í Executive útgávuni hevur hann VSA (Vehicle Stability Asist) skipan, sum ger at bilurin ikki glíður út í svingum. Aircondition anlegg við klima kontroll (dual-zone) er standard í øllum modellunum. Honda Accord hava í nøkur ár verið gjørdir í Onglandi, men nú verða teir aftur gjørdir í Japan. Accord í Evropa og USA eru ikki eins, hesir eru tilpassaðir amerikanska marknaðin, og modellið er heldur ikki eins. Nýggi Honda Accord er ein væl koyrandi luksusbilur, sum heilt víst kemur at gera seg galdandi í dýrara miðalklassanum..


Honda Accord 2,0 Comfort sedan

Motorurin:2,0 litur 4 syl. bensin 155 hk

0-100 km/t9,2 sek

Bensinnýtsla13,0 km/t

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt
Longd467,0 cm
Breidd176,0 cm
Hædd145,0 cm
Eginvekt1.300 kg
Totalvekt1.925 kg
Viðførisrúm459 litrar

Prísurkr. 288.950,-

SøluumboðNorðbil
v. Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 313707
www.nordbil.fo