Jørn Astrup Hansen kom í starv tann 1. januar 1993 sum stjóri í Sjóvinnubankanum, sum á heysti 1992 var komin í fíggjarligar trupulleikar. Sjóvinnubankin legði í apríl 1994 saman við Føroya Banka, og Jørn Astrup Hansen helt fram sum forstjóri í samanlagda bankanum, Føroya Banki.
Jørn Astrup Hansen verður tann 1. mai 2005 avloystur í starvinum sum forstjóri í Føroya Banka av Janusi Petersen, sum síðan samanleggingina í 1994 hevur verið stjóri í bankanum.