Nýggjur stjóri í Sernámsdeplinum

Sernámsdepilin hevur fingið nýggjan stjóra. Mentamálaráðið hevur sett Helga Rasmussen í starv sum stjóra í Sernámsdeplinum. Helgi er 48 ára gamal. Hann hevur psykologiskt embætisprógv í sálarfrøði frá Århus universiteti, hevur útbúgving sum organisationsráðgevi, hevur luttikið á internationalum ársskeiði fyri organisationssálarfrøðingum, umframt onnur skeið innan sálarfrøði og ráðgeving.

Helgi hevur m.a. arbeitt sum sálarfrøðingur í Kristianssand í einari habiliteringstænastu, verið ráðgevi hjá skúlum, bústovnum o.ø serliga í sambandi við menningartarnað og hevur arbeitt sum sálarfrøðingar í einum alkoholviðgerðarstovni.

Síðani 1. januar 1997 hevur Helgi verið sjálvstøðugur vinnurekandi við egnum ráðgevingarvirkjum, HR-Psykologi í Danmark og fyritøkuni Sp/f Hugin í Føroyum, har hann millum annað arbeiðir við strategiskari leiðslu- og stovnsmenning. Helgi hevur havt ymsar arbeiðsuppgávur fyri stovnar, virki og innan kommunala- og almenna fyrisiting.

Helgi Rasmussen tekur við starvinum 1. januar 2010, og hann avloysir tá Emmy Joensen, sum hevur verið settur stjóri í Sernámsdeplinum seinasta árið.