Tað at Subaru eru kendir sum álítandi og slitsterkir bilar, hevur gjørt japanska bilmerki heimskent. Subaru vóru fyrstir og hava áralangar royndir við fýrahjólsdrivnum bilum.
Subaru Legacy 2004 er ein heilt nýggjur bilur, sum er 55 kg lættari enn forgangarin og meira økonomiskur. Bensinnýtslan er 18 prosent lægri og effektin er økt við 10 prosentum
Øll Subaru modellini hava AWD (All Wheel Drive). Fyri at fáa tyngdipunktið longur niður, situr motorurin nú 2,2 cm longri niðri enn á forgangaranum. Koyrieginleikarnir eru eisini merktir av at motorurin er so niðarliga í motorrúminum, hetta ger bilin hevur fast vegtak og er sera góður at koyra, bæði á vanligum koyrivegi, á ósløttum, í brattlendi og ikki minst í kava.
Sedan, Wagon og Outback
Allir Subaru hava "Hill-holder", sum er ein góð hjálp hjá bilføraranum, tá bilurin stendur í mótbrekku. Bilurin fer ikki eftir hæli, um bilførarin sleppur bremsuni. Legacy hevur skivubremsur framman og aftan, sum geva bilinum 50 prosent betri bremsueffekt enn forgangarin.
Legacy fæst við trimum ymiskum motorum: 2,0 litur við 138 hk, 2,5 litur við 165 hk, og 3,0 litur 6. syl. við 245 hk.
Legacy 3,0 GL við automatgirum og leðursetrum v.m. er ein sannur luksusbilur.
Legacy fæst í útgávunum: Legacy Sedan, Legacy Wagon og Legacy Outback, sum bert verða framleiddir sum stationcar.
Allar útgávurnar hava stereo/CD, alufelgur, forbrúksmátara, klimaanlegg, aktivar nakkapútur framman, ABS bremsuskipan við EBD, 4 airbag v.m. sum standard. 3,0 litur útgávan hevur eisini eyka gardinairbag.
Derek Brockie, frá D.B. Bilum væntar at Subaru Legacy 2.0 AWD Stationcar 2004 kemur síðst í mai.
Myndatekstur:
(Myndir av netinum, Álvur hevur fingið mailin)
Subaru Legacy 2,0 AWD sedan
Motorurin2,0 litur 4. syl. bensin 138 hk
0-100 km/t11,2 sek
Bensinnýtsla 13,0 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd466,5 cm
Breidd173,0 cm
Hædd142,5 cm
Eginvekt1410 kg
Prísurkr. 317.800,-
SøluumboðP/F D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310 600
www.dbbilar.fo