Nýggjur tónleikabólkur í Kagganum fríggjakvøldið

12 Funky Monkies er nýggjur tónleikabólkur við fleiri royndum kreftum, og er hann mannaður av heili tólv tónleikarum. Fríggjakvøldið verður høvi at hoyra nýggja bólkin í Kagganum

 

Fríggjakvøldið verður høvi at hoyra nýggjan tónleikabólk mannaðan av heili tólv tónleikarum í Kagganum. Talan er um bólkin 12 Funky Monkies, sum eisini var at hoyra í Sandagerði til Free Føroyar tiltakið seinasta leygarkvøld, og tá var bólkurin væl dámdur millum áhoyrararnar.

12 Funky Monkies fer at spæla sprellutan dansitónleik, og hava tónleikararnir lagt seg eftir at spæla amerikanskan tónleik við støði í funkstílinum. Stórbandið fer tó eisini at spæla discofunk-tónleik hjá so navnframum bólkum sum Tower of Power og Dr. John. Sostatt er hetta eitt gott høvið hjá fólki, sum dáma at útfolda seg á dansigólvinum.


Royndir tónleikarar

Bólkurin er mannaður við heili tólv tónleikarum, og fleiri teirra kenna vit frá øðrum bólkum eisini. Fleiri búgva í Føroyum, meðan aðrir eru útisetar í Danmark, Íslandi og heilt til Argentina í Suðuramerika.

Teir tólv tónleikarar í bólkinum eru Niclas Thorsteinsson (forsangari), Katrin Bech, Ingun Joensen og Anna Maria Olsen (sang), Mass Hoydal, Hans Petur í Brekkunum, og Mortan Zachariassen (saxofon), Tróndur Enni (trompet), Dánjal á Neystabø (keyboard), Rógvi á Rógvu (trummur), Hans P. Tórgarð ( guitar), og Bjarki Meitil (bass).

Ímillum hesi nøvn eru óivað fleiri, sum eru at kenna aðrastaðni í føroyska tónleikaheiminum, og talan er sostatt um royndar tónleikarar, sum nú royna seg í nýggjum høpi.

12 Funky Monkies spælir til dans komandi fríggjakvøld í Kagganum í Tórshavn.