Nýggjur umhvørvissangur

Fýra klaksvíksdreingir kalla seg TaðFilmar.

Í sambandi við umhvørvisvikuna, ið júst er byrjað, hava teir skrivað ein umhvørvissang og gjørt eitt sjónbandalag til sangin.

Teir vilja vísa á, hvussu umráðandi tað er at friðhalga vøkru náttúruna.

Sangurin hevur heitið ''Næstan ov seint''. Hví? Ja tað sigur seg næstan sjálvt.

- Í fleiri ár hava vit dálkað og dripið okkara náttúru, og eftir øllum at døma verður okkara grísarí verri ár eftir ár.

- Náttúran er her fyri at friðhalga okkum, hví so gera tað mótsatta ímóti henni, tá ið tað ikki ger nakað gott fyri náttúruna ella okkum sjálvi.

- Um vit taka okkum saman NÚ, so ber tað til at fáa hetta á rætta kós aftur.

Alt ger mun, hvørt eitt menniskja ið tekur seg saman, leggur karamell pappírið í lumman, í staðin fyri at tveita tað á vegin, ger mun, siga teir.

Og teir vóna, at hetta fær okkum øll at taka okkum saman, og gerast meira umhvørvisvinarlig.