Nýggjur undirstjóri í Sparikassanum

Bogi Bendtsen er settur sum undirstjóri í Føroya Sparikassa við ábyrgd av kredittøkinum

 

Tann 35 ára gamli Bogi Bendtsen varð í gjár settur sum undirstjóri í Føroya Sparikassa. Hann skal hava ábrygdina av kredittøkinum. Bogi Bendtsen er útbúgvin cand. merc. aud. frá Handilsháskúlanum í Århus í 1995. Upprunaliga er hann í 1985 útbúgvin í Føroya Sparikassa. Hann hevur síðani arbeitt í umleið fimm ár sum grannskoðari hjá KPMG Paula Ellefsen pf., bæði áðrenn og aftan á útbúgvingina sum cand. merc. aud.

Í 1995 varð hann settur aftur í Føroya Sparikassa, og í 1997 varð hann útnevndur innanhýsis grannskoaðnarleiðari.

Síðani september 1998 hevur hann veirð kredittleiðari í Sparikassanum.