Nýggjur venjari í Sarpugerði

Fyrrverandi meistaravenjari verður nýggjur maður við stýrisvølin í Víkingi

Fyrr í dag varð skrivað, at Sámal Erik Hentze ikki heldur fram sum venjari hjá Víkingi. Tað boðaði hann spælarunum frá eftir venjingina í gjárkvøldið.

Nú er tað greitt, hvør nýggi maðurin við ábyrgd fyri besta liðnum hjá Víkingi verður.

Enn er tað ikki alment, men góðar keldur í Víkingi vita at siga, at felagið fyrsta dagin fer at boða frá, at sáttmáli er undirskrivaður við Eyðun Klakstein, sum hesi bæði seinastu árini hevur verið venjari á Skála.

Keldur á Skála vita at siga, at tað liggur í kortunum, at heimadysturin ímóti EB/Streymi á middegi leygardagin verður tann síðstu, sum Eyðun Klakstein fer at hava ábyrgd av Skála liðnum.

Keldurnar í Víkingi vita at siga, at talan verður um tvey ára sáttmála millum Víking og Eyðun Klakstein, sum í næsta mánað verður 47 ár.

Umframt at venja Skála tvey tey seinastu árini hevur Eyðun Klakstein verið venjari í KÍ, har hann eftir at hava vant ungdómslið í fleiri ár, og eftir í 2012 at hava vant liðið í 1. deild,  tók um endan hjá besta liðnum á sumri í 2013 og helt fram í 2014. Í 2015 og 2016 vandi Eyðun B36. Í 2015 vunnu B36 og Eyðun Klakstein FM heitið.